Útvið 150 áhoyrarar fóru av stað aftur frá fyrilestrinum bebbaræddir bert við tankanum um at søkja um patent, tí sambært flogvitinum frá Jydsk Teknologisk Institut kom tað fyri tað fyrsta at kosta teimum o.u. kr. 200.000 áðrenn komið var á mál bert í Danmark. Skuldi patentið síðani víðkast til eisini at fevna um onnur lond (t.d. USA, Japan, EF-londini og Noreg), kom kostnaðurin skjótt yvir milliónina. Tað var sera trupult at orða eina patentumsókn rætt, men fyri serfrøðingarnar hjá Jydsk Teknologisk Institut var tað eyðsæð ein uppgáva, teir megnaðu sum fótur í hosu?
Flest øll mundu uppliva fyrilesturin hjá hesum »serfrøðingi« sum eitt samanhangandi, neyðarsligt reyp av egnum dugnaskapi kryddað við onkrum miseydnaðum royndum at vera stuttligur (patenteraðar hítir o.l.). Tú sat og hugsaði við tær sjálvum: »Harragud fyri nakrir apukøddir danir mugu halda okkum vera!«. Men hvat? ? Tá vit rópa neyðarróp eftir teimum fyri at hjálpa okkum at drepa rottur, og hava latið upp í teirra hendur at avgera, hvat sum er føroyskt og hvat sum er óføroyskt í okkara náttúru (Yvirfriðingarnevndin), hvat er tá annað at vænta?
Nú eri eg sannførdur um at »vanligi« føroyingurin í størri mun enn danir yvirhøvur hevur bæði beinini á jørðini, so tað er ikki har hundurin liggur grivin. Nei, »hundurin« eru teir mongu nýklaktu búskaparfrøðingarnir, ið tey seinastu 10?12 árini eru settir at stýra skjótt alt og øllum her í landinum, eins og prestarnir gjørdu tað í Gabels-tíðini.
Men hevur tú nakrantíð frætt um, at hesir frøðingar sjálvir hava havt eitt nýtiligt vinnuhugskot og harafturat kanska megnað at framt tað í verki? Ongantíð! ? Veruligar lívsroyndir hava flestir teirra ongar. Teir hava hvørki pissað í sjógv, hildið í einum spaka, sligið ein seym í ella fangað ein glasáll. Teirra víðskygni er tí ikki rúmari, enn at tað illa nokk kann nýtast til annað enn sum gloriu kring egnu høvur. Kortini verður latið upp í júst teirra hendur at meta um og avgera okkara framtíð ? avgera um hugskot og verkætlanir hjá okkara royndu kvinnum og monnum skulu verða lív lagað ella ikki!
Aftur til patentini: Sama um ein patentumsókn til Patentdirektoratet, Danmark verður góðkend ella ikki, so skalt tú rinda kr. 3.000 til henda stovnin, tá umsóknin verður innsend. Verður tín uppfinning góðkend, so skalt tú afturat gjalda kr. 2.850 fyri »publicering af patentskriftet«, sum tað eitur. Tað stendur tær nú frítt at royna at selja patentið, ella at víðka tað til eisini at fevna um lond uttan fyri Danmark. Men nú ganga vanliga í minsta lagi 20 mánaðir frá tí degi umsóknin verður innsend, til hon er liðugt viðgjørd og góðkend, so tú hevur í veruleikanum góða tíð at hugsa teg um. Her skal tí ikki vera komið nærri inn á, hvussu tú í eina ávísa tíð (og ódýrt) kann tryggja tær, at eingin »stjelur« patentið frá tær í londunum uttan fyri Danmark, og hvat ein uppfinning kostar at patentera í øðrum londum.
Tað eg her fremst vil fram til er, at tað í flest øllum førum er fullkomuliga óneyðugt og alt ov dýrt at leita sær ráðgeving uttanlands. Danska Patentdirektoratið hevur givið út hópin av leiðbeiningarbóklingum við góðum dømum, har tú sjálvur kanst lesa tær til, hvussu ein patentumsókn skal orðast. Ivast tú, ber eisini til at spyrja seg fyri hjá Patentdirektoratets Kundecenter. Mínar royndir eru, at starvsfólkini har eru sera beinasom, kanska serstakliga mótvegis okkum, tí vit hava sum kunnugt einki tøkniligt bókasavn, har tú kanst kanna upplýsingar á tí øki, tú hevur áhuga fyri.
Føroyskar uppfinningar eru mær kunnugt allar meira og minni beinleiðis knýttar at hugsjónum um hvussu ting, tól og framleiðslur evnisliga kunnu gerast munandi skilabetri enn gjørt verður. Hesi andabornu »finna-uppá«-menniskjur eru ikki »frøðingar«, men »vanlig« fólk við drúgvum lívsroyndum, oftast frá einum umhvørvi, har fjølbroytt náttúruviðurskifti gav teimum støðugar nýggjar avbjóðingar í uppvøkstrinum.
Bara seinastu 2 árini veit eg um 6 patentumsóknir, ið eru sendar beinleiðis frá uppfinnarum í Føroyum til Patentdirektoratet. 2 eru longu góðkendar, 2 verða tað í næstu framtíð, 1 er ikki liðugt viðgjørd, og 1 kundi ikki góðkennast, tí meinlík uppfinning var longu patenterað. Mín leiklutur í sambandi við tílíkar umsóknir, hevur í høvuðsheitinum verið at hjálpa uppfinnarunum eitt sindur við orðingini, so frágreiðingin sam-svaraði við ásettu krøvini. Yvirhøvur er tað tíbetur eisini enn so í Føroyum, at um uppfinnarin sjálvur ikki er so kringur at tekna, so kennur hann altíð onkran, ið dugur henda kynstur, og sum við gleði hjálpir honum, uttan at krevja tað stóra afturfyri.
Samanumtikið vil eg tí siga til okkara uppfinnarar:
Patent í Danmark og í týdningarmestu útlondunum eigur í flest øllum førum ikki at kosta tykkum stórt meira enn umleið 10% av teimum upphæddum, ið flogvitið frá Jydsk Teknologisk Institut upplýsti á umrødda fundi. Hetta er tó treytað av, at tit hugsa egnar tankar, hava álit á egið hugflog og ikki innflyta strongdar businesstankar frá útlendskum ráðgevum. Ella sagt eitt sindur øðrvísi: At tit gagnnýta (ikki misnýta!) tær mongu hjálpandi hendur, ið altíð eru og hava verið í tykkara nærumhvørvi, og sum eru ein hin týdningarmesti tátturin í okkara mentan.
Fyri okkara vinnulív eru dygd (kvalitet), nýggjar framleiðslur, vørumenning og uppfinningar fremsta treytin fyri framburð. Størsta forðingin er nevndi stóri riðilin av »ongantíð-pissað-í-sjógv-frøðingunum«, ið skjótt stýra alt og øllum her á landi. Endamálsgreinirnar og viðtøkurnar fyri vinnustovurnar og -grunnarnir, ja, sjálvt fyri Framtaksgrunnin eru helst á góðari leið, men sum kunnugt kann hvørki ein »stova« ella ein »grunnur« hugsa. Tað kunnu bert tær menniskjur, ið stýra grunnin/stovuna. Tí hjálpir lítið at broyta viðtøkur og endamálsgreinir, verður ikki samstundis skorið inn á bein júst her.
Men dirvi til tess hava flest allir politikarar ikki, og krógva sítt dirvisloysi aftan fyri orðavavstrinum: »soleiðis er nú einaferð politikkur«. Tí er eisini at vænta, at tann positiva búskaparliga gongdin í landinum, ið okkara fólkavaldu reypa av í dag, og sum vit kunnu takka toskinum og makrelinum fyri, skjótt verður størsta búskaparliga marran nakrantíð, tá toskurin og makrelurin aftur leita sær nýggjar leiðir.
Eg havi her óivað verið í so bersøgin mótvegis okkara óroyndu frøðingum, og tað er heldur ikki rætt at døma allar eins, tí undantøkini eru fleiri. Men settir í týðandi størv her heima, tykist tað sum flestir teirra taka botn fyri eyguni fyri alt, ið bert ber roykin av at vera føroyskt, beinanvegin onkur (fyri teir) trupul spurningur stingur seg upp. Tá venda teir sær til Danmarkar (ella Svøríki/Noregi) fyri at fáa hjálp, hóast besta hjálpin fyri allar partar kanska var at finna í grannahúsinum. »Prestigan« hevur alt at siga her, og lætt er at krógva egnu tørvandi lívsroyndir og víðskygni, tá tú hevur útlendskan »serfrøðing« (helst frá kendari stórfyritøku) undir liðini.
Í okkara grannalondum varð »Yuppi-tíðin« gravløgd fyri 7 árum síðani. Her stendur hon enn í fullum blóma.
Blás í hornið Ólivant!
Tormóður Dahl