Higartil hevur tað eydnast Paul Watson og Sea Shepherd at útvega góða 1,5 millión í royndunum at at skipið, Steve Irwin, leyslætnan úr Hetlandi.
Hetlendingar løgdu hald á skipið, tí eitt felag á Malta hevur kravt góðar 7,5 milliónir í endurgjaldi frá Sea Shepherd tí felagsskapurin hevði gjørt seg inn á eitt tunfiskaskip við teirri avleiðing, at reiðskapur og virði fyri 7,5 milliónir fóru fyri skeyti.
Síðani rópti Paul Watson neyðarróp í eini áheitan á fólk um at stuðla teimum, so at tey fingu veitt trygd fyri pengunum.
Í gjár segði hann við Shetland News, at tað hevur eydnast teimum at útvega góðar 1,5 millión krónur.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað fer at eydnast at útvega alla upphæddina.
Men hann fýlist á bretsku rættarskipanina, tí hann sigur, at enn hava tey ikki fingið nágreiniliga at vita, hvussu stóra trygd tey skulu veita fyri at sleppa úr Hetlandi.
Hann staðfestir, at ætlanin er at loysa sum skjótast og stevna ímóti Føroyum at steðga grindadrápi.