Paul Watson tveittur úr Sea Shepherd

Hann og felagsskapurin draga ikki longur eina línu

Paul Watson er nú tveittur úr Sea Shepherd. Tað var annars hann, sum stovnaði felagsskapin í 1977, men nú boðar hann frá, at hann er tveittur úr felagsskapinum. Orsøkin er, at hann og Sea Shepherd draga ikki longur eina línu. Felagsskapurin hevur nevniliga fingið nokk av hansara harðrendu framferð og hevur sostatt lagt á annan bógv. Ístaðin fyri at verja hval við beinleiðis atsóknum, fer felagsskapurin nú at leggja størri dent á vísindaligt tilfar, sum tey siga.

 

Paul Watson sigur, at hann gjørdi greitt, at hann kundi ikki taka undir við nýggju kósini – og at hann heldur ikki fór at fylgja henni.

 

Tískil segði hann seg úr Sea Shepherd í USA og síðani heitti alheims felagsskapurin á hann um at siga seg úr nevndini. Tá ið hann ikki gjørdi tað, hevur ein meiriluti nú gjørt av at koyra hann frá.

 

Umframt at verða koyrdur úr Sea Shepherd, sleppur hann ikki longur at brúka búmerki ella flaggið hjá felagsskapinum.

 

Hinvegin sigur hann, at hann ætlar ikki at leggja frá at halda fram sum áður og tí tí sambandi hevur hann stovna ein nýggjan grunn í USA, so at hann kann halda fram sum áður, tí hann ætlar ikki at leggja frá sær. Hann ætlar sær at stuðla altjóða herferðum og hann ætlar sær framvegis at samstarva við Sea Shepherd.

 

Paul Watson var eisini við at stovna Greenpeace, men har varð hann eisini blakaður á dyr í 1977 og tað var tá, at hann stovnaði Sea Shepherd.