Ein dómari í rættinum í Grønlandi longdi í dag varðhaldsfongslingina av Paul Watson til 2. oktober, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG.
Verjarnir hjá Paul Watson kærdu alt fyri eitt avgerðina til Grønlands Landsret.
73 ára gamli Paul Watson hevur verið afturhildin í Grønlandi síðani 21. juli, tá hann varð handtikin, tá hann fór í land í havnini í Nuuk.
Hann varð handtikin eftir einum handtøkuboðum úr Japan. Landið vil hava hann útflýggjaðan og rættarfylgdan fyri eina hending í Antarktis í 2010.
Japanskir myndugleikar siga, at hann leyp á japanskar hvalaveiðumenn, sum vóru í ferð við at veiða og drepa hval, og forðaði teimum í arbeiði sínum.
Hann er eisini skuldsettur fyri at hava viðvirkað at skatt ein persón.
Paul Watson noktar seg sekan.
/ritzau/