TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við veteranin og miðvallargeneralin hjá Skála, Paula G. Hansen aftaná 1-0 sigurin hjá uppflytarunum av Skála ímóti tvífaldu FM-vinnarunum, B36. Pauli G. Hansen hevur funnið gaggurnar fram aftur til hetta kappingarárið.
- Hatta var ein uppiborin sigur til okkum, slær Pauli G. Hansen fast.
Pauli G. Hansen heldur, at hann og hinir á miðjuni fingu góðar arbeiðsumstøður í dag, takkað verið einari hart arbeiðandi verju. Hann heldur eisini, at tá B36 fór at spæla við langum bóltum, og ikki hildu seg til konseptið hjá sær, so sá gott út, og tað bar eisini heim. Pauli G. Hansen heldur eisini, at tað var í ordan, at teir tóku nøkur gul kort fyri at bremsa spælinum hjá B36.
Pauli G. Hansen sigur, at hann og liðfelagarnir ætla ikki at noyðast við at bara at stríðast undan niðurflyting, men vilja gjarna longur upp eftir stigatalvuni.
Við sigrinum í dag er staðfest, at Pauli G. Hansen og liðfelagarnir meina tað teir siga.