Pauli: Javnleikur er nøktandi eftir umstøðunum

(Rás2) Hoyr nýggja venjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen seta orð á avrikið hjá liðnum í 1-1 javnleikinum ímóti AB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá 07 Vestur, sum sá sínar menn spæla javnleik 1-1 ímóti AB úti í Vika á Argjum í dag.

 

Pauli Poulsen heldur, at 07 Vestur var væl í fyrra hálvleiki, tá teir eisini leggja seg á odda. Í seinna hálvleiki hevði 07 Vestur lotið ímóti sær, og harvið truplar arbeiðsumstøður, og Pauli heldur eisini, at tað merkti avrikið í seinna hálvleiki.

 

07 Vestur fór eftir sigrinum í dag, men í mun til umstøðurnar er Pauli Poulsen nøgdur við at verða komin á talvuna við einum stigi í fyrsta umfari.

 

Vikan hevur eisini verið merkt av væntandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum til spælarar, sum núðstani komu uppá pláss seint í vikuni, og nú vita teir útlendsku spælararnir eisini hvat bíðar teimum í Betri deildini.

 

Pauli Poulsen sigur seg trívast væl sum venjari hjá 07 Vestur. Hann heldur, at talan er um eitt væl rikið felag. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg kann hoyrast HER