Pauli og Helgi vunnu føroyingauppgerð í norsku steypakappingini

Ryger Stavanger tók móti Kristiansand á heimavølli í dysti í norsku steypakappingini

Føroyingauppgerð var í norsku steypakappingini millum Ryger Stavanger við Tróndi Mikkelsen á liðnum, og Kristiansand við Paula Mittún og Helga H. Hoydal á liðnum. 

 

Kristiansand vann dystin 34-28. Í steðginum var Kristiansand á odda 20-14.

 

Pauli og Helgi skutu trý mál hvør fyri Kristiansand. Tróndur Mikkelsen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ryger Stavanger hesaferð.

 

Við sigrinum hevur Kristiansand vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini.