Pauli og liðfelagarnir eru framvegis fremst

Pauli Høj var sera effektivur í heimasigri hjá Bergsøy

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í dag dyst á heimavølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í REM Arena høllini í Fosnavåg eydnaðist tað Bergsøy at vinna trygt 35-29 á Nordstrand. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við fimm málum, 19-14.

 

Pauli var sera effektivur í dag. Hann fekk seks málroyndir, og hann setti allar í netið. Petter Nygaard Eikrem var við níggju málum toppskjútti hjá Bergsøy.

 

Bergsøy er fremst í deildini við 26 stigum. Viking TIF á øðrum plássinum hevur sama stigatal. Bodø er nummar trý við 23 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Ryger Stavanger.