Pauli og Pætur til EB/Streym

Við at styrkja um hópin við teimum báðum Skála-spælarunum tykist EB/Streymur longu nú hava fingið flestu brikkarnar í hópinum upp á pláss

Fótbóltur

 

Í EB/Streymi kundu tey í gjár seta nøvn á tveir spælarar, sum skulu styrkja um hópin hjá greipuvinnarunum.

Talan er um Paula G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen, sum báðir hava spælt við Skála undan hesum. Pauli G. Hansen hevur ongan tíð áður umboðað annað felag, og sambært egnari útsøgn var ein uppringin frá Alex Ferguson tað einasta, sum kundi fáa hann at skifta felag. Men kanska vigaðu orðini hjá Sigfríði Clementsen og Magna Mohr eins nógv kortini.

Pætur hevur sína uppaling í HB, men hann spældi eisini við AB, áðrenn hann fyri trimum árum síðani valdi at flyta inn á Skála.

 

Styrkja miðvøllin

Tað er lítil ivi um, at talan er um góðan styrk til miðvallarplássini, nú teir báðir hava skrivað undir við EB/Streym.

Enn hevur Mikkjal Thomassen ikki gjørt av, um hann tekur eitt ár afturat við EB/Streymi, men í Paula G. Hansen tykist Skála hava fingið eitt serstakliga gott alternativ til sentrala miðvøllin. Pauli, sum er 28 ára gamal, hevur í fleiri ár verið roknaður sum ein av bestu miðvallarunum í landinum, og hann hevur eisini nakrar landsdystir á baki.

Og við at knýta Pætur Dam Jacobsen at hópinum hevur EB/Streymur somuleiðis skapt sær fleiri alternativ á miðvøllinum. Í fjør skiftust Levi Hanssen og Bárður Olsen um at røkja bakkplássini, men báðir eru teir meira upplagdir sentralt, og tilgongdin av Pæturi loysir í stóran mun upp fyri tí møguleikanum. Pætur, sum er 25 ára gamal, hevur eina ferð umboðað Føroyar á landsliðnum. Hetta var í 1-0 tapinum móti Rumenia í ár.

Enn eru einstøk ivamál í hópinum hjá EB/Streymi, men við tilgongdini av hesum báðum umframt leingjanini av sáttmálunum hjá trimum øðrum spælarum tykist felagið longu nú vera somikið væl ávegis, at tað stendur hinum liðunum greitt, at meistararnir verða eins ringir at basa í 2009, sum teir hava verið tað í 2008.