Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vil framvegis ikki játta pening til at ein óheftur løgfrøðing, sum er settur at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum.
Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið um at seta eina millión av til at kanna Høgna Hoydal.
Tað er andstøðan í Løgtinginum, sum hevur kravt, at embætisførslan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður kannað í sambandi við at veiðiloyvi eru flutt ímillum skip í stríð við lógina.
Síðani hava tveir fimtingar av Løgtinginum tikið undir við tí, og tá ið so er, stendur tað í stýrisskipanarlógini, at kanningarstjóri SKAL setast.
Tí hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, biðið Løgtingið samtykkja, at ein millión verður sett av til endamálið.
Men hóast kanningarstjóri SKAL setast, gjørdi Pauli Trónd Petersen greitt beinanvegin, at hann fór ikki at taka undir við hesum, tí hann heldur, at framferðin hjá andstøðuni er bæði óheppin og vanærilig. Hann heldur eisini, at milliónin er burturspilt, og kundi verið nógv betri brúkt.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, spurdi hinvegin um Pauli Trónd Petersen onga virðing hevur fyri politisku skipanini, tá ið hann ikki vil játta pengarnar, hóast stýriskipanin sigur, at teir skulu játtast.
Men nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, er greitt, at Pauli Trónd Petersen stendur við sítt. Nevndin hevur lagt málið fyri Løgtingið aftur og í hesum sambandi er tað greitt, at Pauli Trónd Petersen stendur við sítt. hann er nevniliga einasti limurin í Fíggjarnevndini, sum ikki vil taka undir við at játta peningin til kanningarstjóra. Tvørturímóti mælir hann Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Tað er Kristina Samuelsen, Løgfrøðingur, sum er sett at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal og tað verður í næstu viku, at Løgtingið fer at samtykkja, at pengar verða til taks til kanningina.