Pauli vunni gullnál

Pauli Øssurson Mohr úr Fuglafirði svam seg í FM-kappingini í vár til eina gullnál í 50 metra frísvimjing, sum hann svam í tíðini, 23,44 sekund. Umframt at hann er partur av oyggjaleikalandsliðnum, er Pauli eisini millum svimjarar til HM í Rom og Junior-EM í Prag. Metið, sum Pauli setti í FM-kappingini, var annars triðju ferð hetta svimjiárið, at PAuli setti nýtt met á teininum.