Pava Føroyar ? rustviðgerð á Hjalla

Kári Sørensen, ið rekur fyritøkuna Pava Føroyar, hevur nú rustviðgjørt bilar á Hjalla í meira enn eitt ár. Hann sigur at stórur tørvur er á rustviðgerð av bilum í Føroyum, og nógv vilja fáa bilin rustviðgjørdan áðrenn frostið og kavin kemur

Rustviðgerðin umfatar allan bilin. Undir botninum verður sproytað við svørtum evni, sum minnir um asfalt. Inni í hurðum, í gáttum, stólpum, skermum, motor og baklúkuni verður viðgjørt við Pava 213, ið verður sproytað inn í hvønn krók í bilinum. Pava Føroyar hava lagt seg eftir nýggjum bilum og hava fleiri bilhandlarar sum sínar føstu kundar. Síðan hava teir lagt seg eftir brúktbilamarknaðinum við lýsingum í bløðunum og Rás 2. Stórur dentur verður lagdur á góðskuna á arbeiðinum, umframt góða tænastu til hvønn einstakan kunda, sigur Kári Sørensen.
Viðgera áðrenn veturin
Tá brúktir bilar verða tiknir inn til rustviðgerð, verða teir vaskaðir undir botninum og í motorrúminum, síðan standa teir náttina yvir og torna. Dagin eftir verða teir so viðgjørdir. Ansað verður væl eftir, at bilurin er reinur innan og uttan, tá kundin fær bilin aftur. Ein vegleiðing verður løgd í hvønn bil eftir viðgerðina. Kári sigur, at nógv vilja fáa bilin viðgjørdan áðrenn kavin og frostið kemur, og vegirnir verða saltaðir.
ISO 9000 góðkendir
Pava Føroyar er eitt av teimum 80 autoriseraðu verkstøðunum í danska ríkinum. Í Danmark hava teir 60 prosent av allari rustviðgerð. Pava, ið eru ISO 9000 góðkendir, kunnu lata upp til 8 ára rustgaranti uppá teirra viðgerðir. Pava Føroyar heldur til í bygninginum yvir av Vøruhúsinum á Hjalla.