Pedagogar bjóðaðu sær til at avlýsa verkfallið - fyribils

Pedagogfelagið er sinnað at seta verkfallið í bíðistøðu - við einari treyt

Føroya Pedagogfelag hevur í dag verið á fundi við Helga Abrahamsen. Á fundinum bjóðaðu vit landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, at vit seta verkfallið í bíðistøðu.

 

Treytin er, at hann tekur uppskotið um at skerja verkfallsrættin aftur, og at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingar. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið av tilboðnum, ið hevði tryggjað, at allir limir í Pedagogfelagnum fóru aftur til arbeiðis beinanvegin, sigur Pedagogfelagið.