Pedagogar stuðla børnum og ungum

Í Pedagogfelagnum eru tey farin at selja troyggjur, har 30 krónur av hvørjari troyggu fara óskerdar til Barnabata

Í Pedagogfelagnum eru tey eisini farnir undir vælgerðandi arbeiði.
Í hesum sambandi er felagið farið at savna pening inn til Barnabata, sum er ein felagsskapur, ið varar av einum øki, sum pedagogar sjálvsagt eisini vara av, nevniliga børnum og ungum.
Men felagið ger hetta á ein hátt, sum vit ikki síggja so ofta í Føroyum.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, felagið hevur gjørt eina rúgvu av troyggjum við navninum á Pedagogfelagnum á.
Troyggjurnar kosta 180 krónur, men 30 krónur av hvørjari troyggju fara óskerdar til arbeiðið hjá Barnabata.
Á aðalfundinum hjá pedagogfelagnum leygardagin, fekk forkvinnan í Barnabata eina troyggju frá pedagogfelagnum og samstundis varð ætlanin almannakunngjørd.
Og hetta fekk góða undirtøku, tí longu fyrst dagin vórðu 400 troyggjur seldar og sostatt hevur Barnabati longu fingið 12.000 krónur í kassan.
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at tey, sum hava huga at ogna sær eina troyggju, kunnu bara venda sær til felagið. Troyggjurnar fáast í ymsum litum, svartar, reyðar, morreyðar og bláar.
Forkvinnan í Barnabata, Marita Tórsheim, takkaði fyri. Peningurin skal brúkast  til barna- og ungdómsráðgevingina hjá Barnabata, sum gongur undir heitinum ”Tú hevur rætt”. Endamálið er í høvuðsheitinum at upplýsa børn teirra rættindi.
Í hesum samandi hevur Barnabati ein portal á alnetinum. Tann heimasíðan eitur www.eg.fo og har kunnu børn og ung kjakast, spyrja og fáa upplýsingar.