Pedofilur: Eg helt tað var eitt spæl

- Eg havi altíð tendrað uppá børn. Og tí hugsaði eg ongantíð um, at tað var nakað galið. Eg helt tað var eitt spæl, sum tey eisini vildu spæla, sigur 60 ára gamal pedofilur maður

Fyri áleið 15 árum síðani mátti 60 ára gamli Kaj viðurkenna, at hann er pedofil. Sjey ára gamla gentan segði tað við mammu sína, og loyndarmálið bleiv alment. Í nógv ár hevði Kaj spælt við børn. Honum dámdi væl at kitla tey í spølni, og samstundis vildi hann altíð kitla tey millum beinini, tí tað tendraði hann. Dómur fall ongantíð í málinum, men Kaj viðgongur, at hann hevur gjørt seg inn á børn.


Altíð tendrað uppá børn

Tá ið Kaj gjørdist tannáringur og fór at hyggja eftir hinum kyninum, vóru tað altíð lítlar gentur, sum fangaðu áhuga hansara.


- Eg havi altíð tendrað uppá børn. Uppá at føla teirra kynslutir og kitla tey har, greiður Kaj frá.


Fyri Kaj var tað eitt spæl. Hann dámdi sum vaksin eisini væl at spæla við børn.


- Eg visti ikki av, at tað var nakað galið við tí. Eg visti bara, at eg altíð hevði hugsað soleiðis, og tí helt eg tað var eitt natúrligt spæl, greiður hann frá.


Hann sigur samstundis, at børnini tóktust ikki at halda tað vera keðiligt.


- Tær dámdu væl, at eg kitlaði tær millum beinini. Um tær søgdu nei ella gjørdu nakra mótstøðu, so steðgaði eg. Men tær dámdu tað væl, greiður Kaj frá.


Hann dugir ikki at siga nær tað byrjaði. Nær hann fyrstu ferð koyrdi hondina hjá sær millum beinini á einari smágentu.


- Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt við tær, og havi altíð roynt at spæla við kynslutirnar eisini. Tað er ómøguligt at siga, nær eg gjørdi tað fyrstu ferð, greiðir Kaj frá.


Hann gjørdist ógvuliga spentur, tá hansara hond nærkaðist kynslutunum, og hann gjørdist beinan vegin tendraður við tankan. Hann metir hansara reaktión við at nærkast børnum minnir um tað, sum heteroseksuellir menn føla , tá ið teir røra við eina kvinnu.


Kaj fór ongantíð víðari við gentunum. Hann vildi ikki hava sex við teimum, ella fáa tær at nerta við seg.


- Eg hugsaði ongantíð um sex. Tað var av onkrari orsøk ikki í mínum tonkum, sigur Kaj.


Hon slatraði

Ein sjey ára gomul genta í familjuni hjá Kaj var tann, sum skuldi broyta lívið hjá honum. Eftir at Kaj hevði rørt við hana eitt kvøldið, hann skuldi ansa eftir henni, fór hon heim til mammu sína og greiddi frá hendingini.


- Mamman hjá henni varð svøk. Hon konfronteraði meg við støðuna. Eg minnist enn, hvussu skelkaður eg bleiv, greiður Kaj frá.


Tað var tá, at Kaj gjørdist fullgreiður yvir, at okkurt var galið við tí, sum hann hevði gjørt.


- Eg visti nokk innast inni, at tað var skeivt at nerta tær soleiðis. Men eg helt tað var eitt spæl, eg helt tær vildu at eg skuldi gera tað, greiðir Kaj frá.


Eftir hesa hending broyttist lívið hjá Kaj. Hann misti sambandið við partar av sínari familju, og fólk í nærumhvørvinum vildu ikki longur tosa við hann.


Mamman hótti við at melda til løgregluna, men gjørdi tað kortini ikki. Sjey ára gamla gentan og Kaj eru í familju, og tí valdi mamman ikki at fara víðari við málinum.



Sum at vera alkoholikari

Tá ið Kaj verður biðin um at seta orð á sínar seksuellu kenslur mótvegis børnum steðgar hann á eina løtu og hugsar. Hann veit ikki rættuliga, hvussu hann skal greiða frá tí, tí hann hevur altíð havt tankarnar. Hansara seksuella orientering er, at hann tendrar uppá børn, og soleiðis hevur tað altíð verið.


- Tað minnir sikkurt mest um at vera alkoholikari. Tú hugsar alla tíðina um tað, men tú veit, at tú kanst ikki gera nakað. Tað er ringt, sigur Kaj.


Hann er týðiliga strongdur av, at hann hevur eina seksuella orientering, sum hann ikki kann útliva.


-Eg brúkti nógv ár uppá, at fáa stýr uppá mína tankagongd, og í dag hugsi eg ikki nógv um tað. Men tað gekk leingið eftir at eg bleiv uppdagaður, at eg eygleiddi børn, og hugsaði um tey, greiður Kaj frá.


Hóast Kaj altíð hevur verið áhugaður í børnum, so er tað ikki ein trupulleiki fyri hansara sexlív við konuni.


-Vit hava púra vanligt sex, og tá hugsi eg ikki um nakað annað enn konuna. Eg tendri eisini uppá hana, greiðir Kaj varisliga frá.


Á internetinum ber til at finna alt, sum ein kann hugsa sær – eisini barnaporno. Og hetta hevur Kaj eisini leitað eftir.


- Eg havi hugt eftir barnaporno, men tað er ikki líka tendrandi, greiðir Kaj frá. Hann sigur, at hann hevur ikki stórvegis áhuga fyri tí, og tí er tað sjáldan, at hann hyggur eftir slíkum.



Hvør dagur er ein bardagi

Sosialurin hevur tosað við nógvar dømdar pedofilar seinastu dagarnar, og teir eru allir á einum máli um, at hvør dagur er ein bardagi. Eisini Kaj sigur, at tað snýr seg mest um at yvirliva. Hann fekk ongantíð nakra hjálp fyri sínar lastir, men tað angrar hann í dag.


-Eg átti kanska at hava fingið hjálp frá onkrum serkønum, tí so hevði tað kanska gingið skjótari hjá mær at sleppa av við tankarnar um børnini, sigur Kaj.


Kaj vísir á, at hann ongantíð hevur tosað við sálarfrøðingar, men hann metir í dag, at onnur í hansara støðu eiga at leita sær hjálp fyri at gerast betri til at halda sær frá børnum.



Sosiali dómurin

Eftir at sjey ára gamla gentan greiddi mammu síni frá hendingini, gekk ikki long tíð, áðrenn øll í bygdini kendi til loyndarmálið hjá Kaj.


- Øll her vita alt, og langa tíð aftaná vildi eingin tosa við meg. Tað var tungt, og eg brúkti nógva tíð uppá at hugsa um mínar gerðir, sigur Kaj.


Men síðani fekk hann arbeiði, og í dag eru tey nøkur, sum framvegis halda sambandið við Kaj. Hansara einastu sosialu upplivingar í dag fær hann á arbeiðsplássinum. Her sleppa fólk ikki undan at tosa við hann. Men sosiala lívið í bygdini fekk ein bráðan enda, tá ið sjey ára gamla gentan traðkaði fram.


- Eg eri ongantíð boðin við til føðingardagar, konfirmatiónir ella nakað annað. Tey vilja ikki hava meg við, sigur hann.


Í byrjanini var tað trupult fyri Kaj, ikki at sleppa við til sosialu tiltøkini í bygdini. Men í dag hevur hann vant seg við støðuna.


- Eg hugsi um tað, men tað nyttar ikki at blíva við at taka tað til sín. Soleiðis er tað bara, og tað havi eg góðtikið, sigur hann.




Gott, at konan ikki kann fáa børn

Kona Kaj hevur fyrigivið honum, men tað gingu nógv ár, áðrenn hon var til reiðar at halda fram við lívi sínum saman við honum.


- Vit prátaðu sera nógv um alt. Um hví mær dámdi børn, hví eg hevði gjørt tað sum eg gjørdi, og hvussu eg skuldi koma víðari frá tí. Hon var svøk og kedd. Og tað gingu nógv ár, har vit ikki høvdu eitt gott parlag. Men í dag er støðan so at siga vanlig, greiðir Kaj frá.


Kaj og konan eru einsamøll í húsi, tí konan kann ikki fáa børn.


- Onkursvegna er tað gott, at eg ikki havi børn, tí tað hevði verið hart fyri tey at havt meg sum pápa, sigur Kaj, sum týðiliga er rørdur av at seta orð á hesi viðurskifti. Hann skammast av, at hann hevur gjørt seg inn á børn.


Í dag roynir Kaj at liva víðari og leggja sín áhuga fyri børnum afturum seg.


- Eg haldi meg enn burtur frá børnum. Ikki tí eg vænti, at eg fari at gera nakað. Mest tí, at eg ikki vil at foreldrini skulu ivast í nøkrum, sigur Kaj og staðfestir, at hansara veikleiki fyri børnum fer at fylgja honum alt lívið.


Kaj hevur valt at vera dulnevndur í hesi grein, men Sosialurin veit hansara navn.