- Korona-kreppan hevur ikki ávirkað sjálvt framleiðsluvirksemið, tí vit vórðu liðug við fyrsta part av makrelinum, áðrenn kreppan tók seg upp. Hinvegin tekur tað tíð at selja, og marknaðurin er ógvuliga tamur.
Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði, sum hevur havt nøkur góð ár.
Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði hevði 33,6 miljónir krónir í avlopi eftir skatt í fjør, og í 2018 var avlopið 35,9 miljónir krónur eftir skatt.
Jóhan Páll Joensen, stjóri, sigur, at virkið plagar at taka ímóti umleið 50.000 tonsum av makreli og sild um árið, men hann ivast í, um tey fara at røkka so frægum nøgdum í ár.
- Vit vórðu liðug við makrelin longu síðst í januar, og tá høvdu vit keypt umleið 15.000 tons. Nú er steðgur í framleiðsluni, og vanliga byrjar makrelvertíðin aftur í august. Síðan verður vanliga arbeitt tað mesta av árinum.
Stjórin sigur, at tað vanliga er, at byrjað verður aftur við makreli í august, og síðan plagar virkið at keypa sild í oktober og út í november og so kanska makrel aftur, um nøkur kvota tá er eftir.
Jóhan Páll Joensen vísir á, at korona-kreppan hevur ikki ávirkað arbeiðið á virkinum, tí tey vóru liðug við fyrsta part av vertíðini í ár, áðrenn korona-kreppan tók seg upp.
- Tí hevur heldur einki framleiðsluvirksemi verið á virkinum, síðan Føroyar fóru niður í ferð á grækarismessu, og tað verða nakrir mánaðir enn, áðrenn regluliga virksemið verður tikið uppaftur.
Stjórin í Pelagos ásannar tó, at marknaðurin undir kreppuni hevur verið ógvuliga tamur, sum hann tekur til.
- Vit selja vanliga okkara framleiðslu frá februar til út í august, men vit hava týðiliga merkt, at marknaðurin er tamur. Vanliga hava vit nógv á goymslu hesa tíðina av árinum, men tað gongur seinni út av goymslunum í ár enn onnur ár. Eg vil siga, at goymslurnar minka seint, leggur hann aftrat.
Spurdur, hvat tað kann merkja, at makrelur á goymsluni er keyptur í einari tíð, har korona ikki var ein trupulleiki - og nú skal seljast undir ella eftir korona?
- Vit stúra ikki fyri at brenna inni við fiskinum, men tað gongur ógvuliga seint at selja. Tú keypir upp á tær fyritreytir, tú kennir, tá tú keypir fiskin. Viðhvørt verður keypt ov dýrt, og viðhvørt verður keypt bíligari, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði.
##med2##