Pelosi er komin á umstrídda vitjan í Taiwan

Kina hevur sambært miðlum sent jagaraflogfør gjøgnum Taiwan-sundið og endurtikið ávaring fyri vitjanina hjá Pelosi í Taiwan.

 

Nancy Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum í USA, er í dag komin á vitja í Taiwan hóast kinesisk mót æli.

Tað vísir myndir frá millum annað bretsku sjónvarpsstøðini BBC.

Flogfarið við Pelosi umborð setti hjólini á lendingarbreytina á flogvøllinum í Taipei klokkan 15:45 okkara tíð.

Stutt fyri vóru kinesisk jagaraflogfør av slagnum SU-35 farin á flog og flugu yvir Taiwan-sundinum, sum skilir oynna frá kinesiska fastlandinum. Tað skrivar tíðindastovan AFP og statsligi kinesiski miðilin China Daily.

 

##med2##

Longu áðrenn Pelosi kom á vitjanian hevur vitjanini darvað tey longu spentu viðurskiftini millum Kina og USA.

Kina hevur fleiri ferðir ávarað um, at »tann, sum spælir við eldin, brennur seg«, og at tað fer at fáa avleiðingar, um vitjanin verður gjøgnumførd.

Amerikanska stjórnin boðaði mánadagin frá, at USA ikki fer at lata seg hótta ella trýsta av »svørðglintan« úr Kina.

Sum tað síðsta segði kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, tirsdag, at tað »ikki endar væl«, tá amerikanskir politikarar »spæla við eldin« í spurninginum um Taiwan.

Hóast sjálvstýriandi oyggjaríkið hevur sítt egna ting, og at ein meiriluti av fólkinum í Taiwan vil hava sjálvstýri. Men stjórnin í Beijing metir Taiwan sum ein part av Kina.

Pelosi er sum forkvinna í Umboðsmannatinginum nummar trý í politiska hierakinum í Washington D.C.

 

##med3##

Harvið er talan um eina ta mest høgstandandi amerikonsku vitjan í Taiwan síðani 1997.

Sambært einum granskara hevur hon leingi stuðlað Taiwan.

 

##med4##

– Hon hevur gjøgnum alla yrkisleið sína verið ógvuliga málrættað upp á at stuðla fólkaræði í ymsum londum, eisini Kina, go hevur stuðlað stríðnum hjá Taiwan eftir at vera frælst, sigur Jan Hallenberg, sum er USA-serfrøðingur á svenska Utrikespolitiske Instituttet, við tíðindastovuna TT.

Fyrr í dag var flogfarið við Pelosi um borð farið úr Malaysia. Hin 82 ára gamli topppolitikarin er á rundferð í Asia.

/ritzau/

 

##med5##

 

##med6##