Penganýtslan var vitleys

Í rættarmálinum móti Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóra og fyrrverandi fíggjarstjóranum í Injektor Trawldoors vitnaði ein roknskaparkøn kvinna í gjár í rættinum í Horsens.

Kvinnan varð sett í starv at royna at útgreina fíggjarviðurskiftini, tá ið eigararnir av fyritøkuni vóru komnir eftir, at okkurt var rúkandi galið, og ikki bar til at enda ársuppgerðina fyri 2009, tí fleiri skjøl vantaðu.

- Eg havi ongantíð sæð nakað slíkt tey 30 árini, eg havi arbeitt við roknskapum, segði kvinnan.

Tað skrivar Horsens Folkeblad.

Skjøl vantaððu fyri eina tríggjar milliónir krónur.

Brúktar vóru fyri 1,2 mió. krónur við trimum gjaldskortum, Visa, Masters og Diners. Fleiri ferðir um vikuna vórðu tiknar út 2000, 3000 og 4000 krónur.

- Og so varð nógv keypt, sum einki hevði við fyritøkuna at gera.

Kvinnan greiddi frá, at tríggjar milliónir krónur svumu og vórðu brúktar til alt frá eini mosjónssúklu fyri 36.000 krónur, til vikuskiftisferðir, døgurðar og stórar hýruvognsrokningar um náttina.