- Hetta verður bæði áhugavert og spennandi.
Tað segði Palli Henriksen á Rás2 fyrrapartin.
Hann var í vikuni settur sum verkætlanarleiðari fyri Marknagil, og tað var í tí sambandi, at hann var gestur í morgunsendingini á Rás2 í morgun.
- Høvuðsuppgávan er at samskipa arbeiðið og virka sum sambindingarlið millum ymsu arbeiðstakararnar, arkitektar og byggiharrar, segði Hans Pauli K. Henriksen, vanliga nevndur Palli.
- Týdningarmest er tað fíggjarliga, at syrgja fyri, at játtanin heldur, men eisini byggitíðin hevur stóran týdning, tí bæði lærarar og næmingar skulu brúka bygningin til eina ásetta tíð, segði Palli Henriksen.
Men eisini tað arkitektoniska hevur stóran týdning, og har verður serlig serfrøði kypt inn at halda skil á tí.
- Mín uppgáva verður at halda skil á yvirorðnað, men harfyri skal eisini haldast eyga við smálutunum, tí tað er ofta har, at trupulleikarnir vaksa seg stórar, segði Palli Henriksen.
Hví valdi hann so at taka uppgávuna á seg?
- Tað kann virka ógvusligt, men talan er um størstu byggiverkætlan í Føroyum akrantíð, og tað far at gaga nógv ár, til ein líka stór byggiverkætlan verður framd í Føroyum aftur. So hetta var for spennandi til at siga nei til, segði Palli Henriksen.
Spakin verður settur í í Marknagili 15. apríl, og 1. mai tekur Hans Pauli Henriksen við sum verkætlanarleiðari fyri Marknagilsdeplinum.