In.fo hevur tosað við ein av húsfólkunum á Viðareiði, sum náttina til sunnudagin fingu stórar upphæddir stolnar úr sethúsunum.
Meðan pápin var burturstaddir fóru báðir vaksnu synirnir til KÍ veitslu leygarkvøldið um 18 mundi. Báðir svóvu í Klaksvík og tá ið eldri drongurin fór aftur til Viðareiðis sunnudagin á middegi, varnaðist hann, at okkurt ikki var sum tað skuldi í kamarinum hjá pápanum.
- Eg sá, at áleið 1000 evrur lógu á gólvinum. Teir pengarnir plagdu at liggja uppi á pengaskápinum hjá pápa, so eg fór inn í klædnaskápið at hyggja eftir, um pengaskápið framvegis var har, sigur ungi maðurin, sum in.fo hevur tosað við.
Síðani skrivaði hann til pápa sín og spurdi eftir, um pápin hevði flutt peningaskápið, sum plagdi at vera inni í klædnaskápinum, tí tað var horvið.
- Pápi bað meg ringja til løgregluna og melda tilburðin beinan vegin, sigur maðurin.
Í pengaskápinum vóru nógvir pengar at heinta. Og líkt er til, at tjóvurin visti júst hvat hann skuldi fara eftir.
- Einki annað er stolið. Teldur, sjónvørp og málningar eru framvegis her, sigur ungi maðurin.
Pengaskápið hevur staðið fjalt í klædnaskápinum inni í kamarinum hjá pápanum í fleiri ár.
Hann skrivaði í gjár á Facebook bólkinum hjá viðoyingum, og spurdi eftir, um nakar hevði sæð nakað farið fram náttina til sunnudagin.
- Tað hevur givið okkurt úrslit, sigur ungi maðurin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at kriminaldeildin er farin til Viðareiðis at kanna málið, og enn vita tey ikki, hvat farið er fram. Meira verður at frætta í málinum seinnapartin.
Vakthavandi á løgreglustøðini váttar eisini, at fleiri tilburðir um stuldur eru farnir fram seinastu mánaðirnar, enn vanligt er.
- Tað er ein vaksandi trupulleiki, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
mynd: tilvildarlig modellmynd.