- Peningastovnarnir misbrúka okkum

-Peningastovnarnir mísbrúka skipanina við FR-kortum, tá teir ikki vilja gjalda okkum peningin, sum okkara kundar eiga á bók. Hví skal hesin peningur umvegis PBS í Danmark, spyr matstovueigarin

Tað hevur ikki sørt ørkymlað handilsfólk og aðrar tænastufyritøkur í Føroyum, at peningur, sum er goldin við FR-korti, ikki longur verður avgreiddur beinleiðis í peningastovnunum.

Tað er PBS (Pengeinstitutternes Betalingsservice), sum umsitur gjaldskortini í Danmark.

Higartil hevur ein avtala verið galdandi millum peningastovnarnar og PBS, sum sigur, at har handlar, hava sleðu, ið skrásetir upphæddina, sum keypt verður fyri, kunnu handilsfólk avgreiða noturnar í sínum peningastovni. Henda avtala hevur eisini verið galdandi í Føroyum.

Nú hevur PBS avgjørt at avtaka skipanina. Í staðin kunnu handlar o. a. vinnufyritøkur keypa sær terminal, sum kostar frá 4.000 til 12.000 krónur, og á tann hátt fáa peningin bókaðan beinleiðis í PBS.

Vansin er, at smærri fyritøku og handlar, sum ikki hava so stóran umsetning, aftra seg við at gera íløgur í ein slíkan terminal. Harnæst er terminalurin bundin í telefonina, og tað er eisini ein meirútreiðsla við hesi skipan um telefonnetið.

Nú avtalan millum PBS og peningarstovnarnar er burtur, mugu handlarnir senda gjaldskort-noturnar til PBS í Danmark, og bíða nakrar dagar eftir peninginum.

Muldi Manay, stjóri í Rio Bravo, hevur merkt broytingina við gjaldsskipanini serliga ógvusligt.

Hann hevur nógvar gestir í matstovu um dagarnar, og flestu teirra brúka FR-kort ella annað gjaldskort.

- Tað er í lagi, at PBS eigur skipanina við Dan-kortum í Danmark, men teir eiga ikki FR-kortini. Tað er ein heilt øðrvísi skipan, sum ikki skal sammetast við donsku kortini,sigur Muldi Manay.

- FR-kortini eiga føroysku peningarstovnarnir, tí á hesum kortum stendur skrásetingarnummarið hjá bankanum ella sparikøssunum í Føroyum.

- Eingin FR-kortbrúkari fær hetta gjaldskort, uttan so, at hann hevur konto í banka ella sparikassa í Føroyum. Tað merkir, at henda skipanin eigur at ganga uttan um PBS skipanina, tí talan er ikki um kredittkort, sigur Muldi Monay, og vísir á, at útlendkir gestir nýta Diners, Eurocard ella Master Card, sum geva fólki 30 dagar kreditt. Tað skal ikki samanberast við FR -kortið.

Matstovueigarin hevur eisini aðra grundgeving fyri ikki at vilja keypa sær terminal til gjaldakortini.

- Um t.d. eini 20 fólk koma á matstovuna í felag, og hvør teirra skal gjalda við korti, blokerar tað fullkomiliga alt virksemið á matstovuni, um vit skulu avgreiða um terminal.

- Tá er sleðan nógv lættari hjá okkum at brúka, og avgreiðslan verður kvikligari.

- Umframt tað, so havi eg ongan hug til at veita PBS kreditt. Í løtuni eru nærum 14 dagar síðan eg sendi gjaldskort-notur fyri umleið 180.000 krónur, og enn havi eg ikki fingið eitt oyrað, sigur Muldi.

Hann heldur , at tað er í lagi, um fremmandafólk nýta kredittkort, men tað skal ikki samanberast við føroysku FR-kortini, sum er ein konto í banka ella sparikassa, ið borgar fyri, at peningurin er tøkur.

- Hví skal eg senda notur frá FR-kortum til Danmarkar at avgreið?. Tað hendir bert tað, at PBS bókar upphæddina á kontoini í Føroyum, og tástani fái eg peningin. Eg kundi eins væl fingið peningin beinleiðis av kontoini.

- Veruleikin er, at vit geva PBS kreditt, og at føroysku peningastovnarnir áttu at átikið sær hesa útreiðslu.

- Eg havi ikki avtalu við PBS, so hví skal eg gjalda fyri avtalu millum tveir stovnar?

- Tað minsta peningastovnarnir í Føroyum kundu gjørt, var at avgreitt FR-kortini beinleiðis.

- So kundu føroysku peningastovnarnir avgreitt síni viðurskifti við PBS, sigur Muldi Manay.