Nú arbeiða politikararnir við nýggjari pensiónsskipan til vanlig fólk.
Er samsvar í millum, hvat politikarar betala sær sjálvum í pensión, og tað, vanlig fólk betala í pensión?
Hvat er virði av pensiónini hjá politikarum?
Eg vil samanlíkna pensiónina hjá vanligum fólkum, tingfólkum, landsstýrisfólkum og tænastumonnum.
Procentvirðið av pensiónini hjá hesum bólkum er:
Vanlig fólk 15%
Tingfólk 4,5%
Landstýris fólk 9%
Tænastumenn 2,5%
Í okkara roknistykki seta vit realrentuna til 0.
Vanlig Fólk
Tað er ógvuliga vanligt at fólk betala 15% í pensión. Hesi procent verða býtt á fylgjandi hátt:
Trygging við deyða, óarbeiðsføri og har umframt administratión: 5%
Pensión: 10%
Hetta merkir at 10% av tryggingini verður nýtt til pensión, ið verður útgoldin tá persónurin er 67 ára gamal.
Um ein sigur, at hesin vanligi persónurin skal kunna liva sum pensionistur við 60% av síni løn, sær roknistykkið soleiðis út.
Antal arbeiðsár at fíggja eitt ár sum pensionistur: (100/10) x 0,6 = 6 ár
Persónurin skal sostatt arbeiða í 6 ár fyri at finansiera seg sjálvan eitt ár sum pensionistur við 60% í pensión.
Í dag kann ein fara frá við pensión sum 67 ára gamal. Um vit seta miðal livialdurin til 82 ár, so eru tað 15 ár sum ein skal spara pensión upp til.
Hetta merkir, at ein skal betala inn til sína pensión í 90 ár. (6 x 15 ár)
Ein miðal persónur í dag er á arbeiðsmarknaðinum í umleið 40 ár. (27-67 ár)
Her sæst, at 10% í pensión er ov lítið, av tí at vit liva í miðal 15 ár sum pensionistar.
Út frá hesum má pensiónin tí hækkast til 22,5%. (90/40) x10)
Leggja vit so tey 5% aftrat, ið verða brúkt til deyða, óarbeiðsføri og umsiting,
so skulu vanlig fólk betala 22,5 +5 =27,5% í pensión.
Eitt vanligt fólk skal betala 27,5% í pensión fyri at finansiera 15 ár sum pensionistur við einum útgjaldi, ið er 60% av mánaðarlønini.
Politikarar og tænastumenn
Pensiónin til politikarar skal roknast út á ein heilt annan hátt. Politikarin fær nevnliga síni procentir hvørt ár hann er pensionistur.
Fylgjandi procent satsir eru galdani :
Løgtingslimur: 4,5% um árið.
Landsstýrisfólk: 9 % um árið.
Tænastumaður: 2,5% um árið.
Í tí fylgjandi vilja vit rokna út, hvussu nógv virði liggur í pensiónini, sum politikararnir vinna.
Dømir:
Politikarin/tænastumaðurin verður pensioneraður, tá hann er 67 ára gamal. Eisini hann fær í miðal útbetalt pensión í 15 ár. Men hendan útrokningin verður tó ørvísi, enn útrokningin hjá tí vanliga fólkinum, av tí at vunnin % í pensión verða útbetalt hvørt ár í 15 ár.
Virðið av pensiónini hjá løgtingslimi verður sostatt: 15 x 4,5% = 67,5%
Virðið av pensiónini hjá landstýrsfólki verður sostatt: 15 x 9% = 135%
Virðið av pensiónini hjá tænastumanni verður sostatt: 15 x 2,5% = 37,5%
Í krónum er virði av pensiónini:
Løgtingslimur fær 34.000 kr/mðr.: 34.000 x (67,5 +5)/100 = 24.650 kr/mánaðin í pensión.
Landstýrismaður fær 53.000 kr/mðr.: 53.000 x (135+5)/100 = 74.200 kr/mánaðin í pensión.
Tænastumaður siga vit fær 50.000 kr/mðr.: 50.000 x (37,5+5)/100 = 21.250 kr/mánaðin í pensión.
5% verða roknað sum trygging við deyða, ólukku og administratión.
Tann veruliga bruttulønin tvs. nettoløn + pensión hjá løgtingslimum, landsstýrislimum og tænastufólkum, sær soleiðis út:
Løgtingslimur: 34.000 + 24.650 = 58.650 kr/mánaðin
Landstýris limur: 53.000 + 74.200 = 127.200 kr/mánaðin
Tænastumaður: 50.000 + 21.250 = 71.250 kr/mánaðin
Niðurstøða:
Vanlig fólk betala alt ov lítið til teirra pensión, samanlíknað við politikarar/tænastumenn.
Verandi pensiónsskipan hjá politikaraum og tænastumonnum goymir tann veruliga lønarkostnaðin.
Gevið tí politikarum/tænastumonnum eina brutto løn. Hetta vil geva gjøgnumskygni.
Vónandi tekur onkur politikari hetta hugskot til sín.