Men hyggur ein at, hvussu tølini síggja út, so er væl gjarað út á hesum fíggjarlógaruppskoti, ongin ivi um tað, 43 mill. kr. meira eru nettoútreiðslurnar fyri 1998 í mun til hetta árið.
Fara okur víðari í almennu viðmerkingunum, verður sagt, at henda samgonga setti sær fyri at spara á teimum lógarbundnu útreiðslunum.
Sagt plagar at verða, ilt er at spáa um framtíðina, men landsstýrismaðurin í almannamálum veit longu nú, hvat fer at henda um 20-30 ár, tí høggurhann nú eftir teimum, ið gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava spart sær upp til eina eftirløn, ella spar sær nakrar krónur saman til teirra eldru dagar.
Hetta tolir landsstýrismaðurin ikki, so nú skal toppurin skerast av hjá teimum, ið hava upparbeitt eina eftirløn, tí honum vantar 12 mill. kr. her og nú, 12 mill., sum fyri at brúka hansara egnu orð, skulu nýtast til bjálvingarstuðul og dement senil fólk, hesi skulu hava eitt heim her í Tórshavn.
At tað mangla 12 mill. kr. til hesi nevndu endamál er ein trupulleiki hjá landsstýrinum, hví hevur landsstýrið ikki funnið henda pening, áðrenn fíggjarlógar-uppskotið varð framlagt.
Hava okur ráð at brúka 8 mill. til ítróttarstadion, 1,8 mill. meira til ferðavinnuna, 40 mill. kr. í einari játtan, sum ikki er útgreina til hvar peningur skal nýtast, so hava okur eisini ráð til hesar 12 mill. kr. til tey veiku.
At landsstýrismaðurin skal seta ein arbeiðsbólk at fyrireika nýggja, tvungna pensiónsuppsparingarskipan, nú flest øll feløg í landinum hava, ella eru í ferð við at gera sínar egnu pensiónsskipanir, er at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin, tað er ógvuliga smart at seta eina slíka nevnd, tí tá henda nevnd kemur við einum uppskoti um pensiónsskipan, vaskar landsstýrismaðurin hendur og sigur, hatta eru tit sjálvi komin við, arbeiðsmarknaðurin eigur uppskotið, soleiðis roynir hann at bóndafanga partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Nú segði landsstýrismaðurin Kristian Magnussen við útvarpið í gjárkvøldið, at hann hevði politiska uppbakking fyri sínum uppskoti, samgongan stóð aftan fyri. So veit man tað,at henda samgongan ætlar at tvinga eina pensiónsskipan á arbeiðsmarknaðin móti okra vilja.
Tað, sum eigur at verða gjørt, er at bøta um ta almennu pensiónina, ið er í dag, gerið nakrar batar fyri tey, ið onga eykapensión hava, og latið tey, ið hava eykapensión og latið tey, ið hava spart upp gjøgnum eitt langt arbeiðslív, fáa frið at hava sína eftirløn.
Tann lógfesta pensiónsskipan, ið landsstýrismaðurin Kristian Magnussen ætlar at seta í verk, skal vera persónlig, t.v.s. ein fær útgoldið eftir tí viðkomandi hevur goldið, tá man mangur pensionistur, ið hevur arbeitt sum tímaløntur, fara at sita svangur á ellisárum, tað arbeiðara-feløgini fara at gera, er nevniliga solidarisk, øll skulu fáa tað sama útgoldið í pensión.
So eg vil geva samgonguni eini góð ráð, haldið fingrarnar burtur frá pensiónini, latið arbeiðsmarknaðin fáa frið at gera sínar eftirlønarskipanir.
Undir mentan
og samskifti
eru játtaðar 8 mill. til Tórsvallar stadion. Tað er heilt ótrúligt, at man nú á fíggjarlógini skal játta 8 mill. kr. til ítróttarstadion, tá vit longu hava eitt stadion, eg haldi at pening-urin kann nýtast til okkurt meira átrokandi í samfelagnum.
Eg havi onki ímóti at vit stuðla okkara ítrótti, men soleiðis sum okkara fíggjarstøða er, má ein við ábyrgd umhugsa, hvussu vit prioritera tann skattapening, ið kemur inn. Tað er meira brúk fyri peningi eitt nú á tí sosiala økinum, og fyri at nevna eitt dømi, so hava vit eitt niðurslitið landssjúkrahús, har ótal av sparingum eru gjørdar seinastu árini.
Vit hava eisini vegir millum bygdir, ið eru alt annað enn tryggir at koyra eftir, serliga á vetrardegi, her hugsi eg um vegin millum Øravík og Hov, ið er smalur og vandamikil.
Til Strandferðsluna
eru játtaðar 46.000 mill. kr., einki til nýíløgur, hóast fleiri av strandfaraskipunum eru niðurslitin. Hvat ætlar landsstýrismaðurin í samferðslumálum at gera á hesum øki, hvørjar ætlanir fyriliggja?
Tá okur koma til tað sum eitur játtan til ferðavinnuna er játtanin hækkað frá 7 mill. kr. til 8,8 mill. kr. Tað nyttar lítið, harra landsstýrismaður, at hækka játtanina til ferðavinnuna við tí fyri eyga at menna hesa vinnu, tá landsstýrismaðurin samstundis hevur klárað hesi árini, hann hevur havt samferðsluna um hendi í Tinganes, at sett okkum 30 ár aftur í tíðina. Besta strandfaraskipið, vit høvdu, Teistin, seldi hann av landinum, eftir at nógvur peningur var nýttur at gera bátin í stand.
Skotlandssiglingina fekk hann eisini saboterað og Skipafelagið at yvirtaka, so strandfaraskipini, ið eru við at verða kaput, eru tey nakað at bjóða ferðafólki, ið skal koma til landið, royn heldur fyrst at fáa hesi viðurskifti í rættlag og tosa so um at menna ferðavinnuna.
Á síðu 160 stendur eitt punkt, ið eitur Nýggj lóggáva (lógarbundin játtan), har eru heilar 40 mill. kr. játtaðar. Kundi verið áhugavert at fingið at vitað, hvat landsstýrið ætlar at stuðla við heilum 40 mill. kr., visti ikki betur enn at aðalmálið var at vinnan skuldi klára seg uttan stuðul, fríu marknaðarkreftirnar skulu jú virka frítt, hevur verið sagt. Men her hevur landsstýrið kanska broytt ætlan?
Føroya Studenta og
HF-skeið (lógarjáttan)
3 mill. kr. til kanningararbeiði, projektering og keyp av grundøki til bygging av nýggjum Studentaskúla.
Er tað rætt ? nú at fara og játta pening til nýggjar íløgur til skúlar, vanar ikki annað á skúlaøkinum, áðrenn ein kann fara at tosa um at projektera nýggjar skúlar?
Okur hava útbúgvingar, ið liggja á láni, ið landsstýrið hevur játtað at seta á stovn, her hugsi eg um útbúgving av heimahjálparum, hvat ætlar landsstýrismaðurin á hesm øki, soleiðis sum støðan er í dag er als eingin útbúgving, nær verður útbúgvingin fyri heimahjálpararnar sett á stovn? Kann landsstýrismaðurin í skúlamálum svara upp á tað, er nakað játtað á fíggjarlógini til hesa útbúgving, eg havi ikki funnið nakra játtan má eg siga. Hvat við útbúgving fyri tey ófaklærdu? Hvat hugsar landsstýrismaðurin í skúlamálum um tann spurningin á hesm økinum? Eru vit eftirbátar í mun til onnur lond ? har nógv verður gjørt fyri at útbúgva ta ófaklærdu arbeiðsmegina.
Til dagpeninga-
skipanina
eru játtaðar 45 mill. kr. fyri 1998 móti 36.320 mill. í hesum árinum, sagt verður í viðmerkingunum, at vaksandi vinnumøguleikar á arbeiðsmarknaðinum gera, at roknast kann við munandi størri útgjaldingum fyri 1998. Tað er positivt, at tað verður játtaður peningur til sjúkradagpeningaskipanina.
Men sum eg vísti á í byrjanini, verður sagt í almennum viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, at samgongan hevði sett sær fyri at spara á lógarbundnum útreiðslum???
So fyrikemur tað mær, at tað er júst tað, sum hendir nú á økinum, ið eitur sjúkradagpeningur.
Har hendir nevnliga tað, at arbeiðsfólk, ið verða sjúk undir arbeiði, og verða sjúkrameldað, fáa eitt skriv frá almannastovuni, sum spyr, um viðkomandi hevur verið í summarfrí, hava tey ikki verið í summarfrí, fáa tey at vita, at dagarnir tey skuldu hava hildið summarfrí, verða mótroknaðir í sjúkradagpeninginum, hesi boð eru komin frá løgfrøðingi í landsstýrinum fyri góðum mánaði síðan, verður upplýst frá almannastovuni. Tað verður farið so langt, at váttan frá arbeiðsgevara verður ikki góðkend, at persónur hevur verið í summarfrí.
Eg fari at spyrja landsstýrismannin í almannamálum, um hetta er ein nýggjur háttur at fremja sparingar á almannaøkinum uppá, ella er hetta reinur ágangur móti teimum, ið ikki annað hava undir sjúku uttan sjúkradagpening, tey 80% av tí tey hava forvunnið seinastu 5 vikurnar áðrenn sjúku. Hesi hava ongar møguleikar til fasta løn í 3 mánaðir undir sjúku, sum aðrir stættir í samfelagnum.
Bjálvingarstuðul
hjá pensionistum, har verður sagt í viðmerkingunum, at nú hevur Bjálving-arstuðulsgrunnurin hetta um hendi og verður játtanin til persónligt ískoyti minni, kann landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, svara uppá, hví persónliga ískoytið verður minni?
Samanumtikið kann sigast um hetta fíggjarlógaruppskotið, at gjara út har tað ikki er átrokandi neyðugt skuldi landsstýrið latið vera við, hetta fíggjarlógaruppskot ber eisini dám av, at hvør landsstýrismaður hevur, hvør í sínum lagi, roynt at fingið so stórar játtanir sum gjørligt til síni málsøki, uttan nøkur semja er gjørd um uppskotið, áðrenn tað er borið niðan í Løgtingið.
Samgongan sær heldur ikki veruleikan í eyguni, nevniliga at arbeiðsloysið er nógv størri enn tey 7%, sumsagt verður í hagtølunum, eg havi víst á hetta fyrr, tølini eru rong, tí tey, ið eru dottin út úr arbeiðsloysisskipanini, er ikki við í nøkrum hagtølum, bert tey fáu, ið eru komin undir forsorg, tað eru fleiri hundr-að, ið ikki eru tald við í talið av arbeiðsleysum, hesi koma ikki undir tey krøv, sum verða sett, nevnliga at neyðin og »elendigheitin« skal vera so stór, at ein skal onki eiga til lívsins uppihald, um tað er so, at annar hjúnafelagin hevur arbeiði fæst eingin hjálp frá tí almenna.
So at siga at alt er bert ljósareytt, og vit eru komin burtur úr kreppuni, er at billa fólki nakað inn, ið er ósatt, kann vera at ongin kreppa er her í miðstaðarøkinum, hvar allur tann almenn sektorurin liggur, men um farið verður út til útjaðaraøkini, er støðan ein heilt onnur.