Pensjónistar fáa ókeypis koppseting ímóti influensa

Nú kunnu øll, sum hava fylt 67 ár, verða koppsett ókeypis ímóti influensa. Hans Paula Strøm, landsstýrismaður heldur, at henda nýggja ásetingin er eitt gott tilboð til allar pensjónistar í Føroyum Áðrenn hesa broytingina skuldu pensjónistarnir sjálvir gjalda, um teir ynsktu at koppseta seg móti influensa. Nú skulu teir pensjónistar, sum ynskja eina koppseting, bara venda sær til ein kommunulækna. Pensjónistarnir nýtast ikki at hugsa um at fara á Apotekið, fyri at keypa koppingarevnið, tí Almanna- og heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við kommunulæknarnar um, at teir hava koppingarevnið liggjandi.