Nú fáa allir pensjónistar tilboð um at koppseta seg ókeypis ímóti influensa Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at allir pensjónistar skulu kunna koppseta seg ókeypis ímóti influensu.
Hendan koppsetingin kemur nú afturat øllum hinum tilboðum um ókeypis koppseting, sum stendur føroyingum í boði.
Landsfelagið hjá pensjónistum Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ferðir sett ynski fram um at fáa eina skipan í Føroyum við ókeypis koppseting ímóti influensa til øll fólk, ið eru 67 ár og eldri. Somuleiðis hevur Landslæknin mælt til, at ein slík skipan verður sett í verk í Føroyum, eins og tær eru í øllum grannalondum okkara.
Eftir uppskotinum skal landsstýrismaðurin kunna áseta við kunngerð, hvørjum skúlum koppsetast skal fyri. Hetta verður gjørt fyri at tað skal bera til at bera skjótt at, vísir tað seg at ein bráðkomin tørvur verður á at koppseta ímóti onkrari sjúku.
Ein fyribils meting sigur, at hendan tænastan fer at kosta umleið 1,3 millión krónur. Ætlanin er at seta skipanina í verk í heyst. Neyðugt verður tí at søkja um eykajáttan, og tá verður ein greinað kostnaðarmeting løgd fyri Løgtingið.
At koppseta pensjónistar ókeypis ímóti influensa, er ein tænasta, sum bæði kommunulæknar og landslæknin taka undir við.