Pensjónistur sendi brævbumbu til forsætisráðharra

76 ára gamal maður royndi at senda spanska forsætisráðharranum brævbumbu

Í dag varð ein 76 ára gamal maður dømdur sekur í at hava sent brævbumbur til spanska forsætisráðharran, verjumálaráðharran og amerikonsku og ukrainsku sendistovurnar í Madrid.

 

Pompeyo Gonzalez Pascual var ímóti spanska stuðlinum til Ukraina í krígnum ímóti Russland, og í rættinum segði hann, at hann ætlaði at skapa rumbul í spanska samfelagnum fyri at leggja trýst á stjórnina fyri at gevast við at stuðla Ukraina.

 

Eitt starvsfólk á ukrainsku sendistovuna fekk nakað av skaða, tá ið tað lat pakkan frá Pasucual upp. Hinar báðar brævbumburnar vóru fangaðar í trygdareftirliti og gjørdu ongan skaða.

 

Landsrætturin í Madrid fann Pascual sekan í yvirgangi og framleiðslu av spreingievni, og hann varð dømdur 18 ára fongulsrevsing.