Pentagon: Afturtøkan er taktisk

- Afturtøkan í Sievjerodonetsk fer at geva ukrainskum herdeildum møguleikan at verja seg betur á øðrum hermótum, siga tey í Pentagon.

Myndin er av ukrainskum hermonnum í hervogni er sambært útlendskum miðlum tikin í Luhansk í gjár.

Fleiri útlendskir miðlar og har ímillum BBC skriva í dag, at ukrainskar herdeildir hava fingið boð um at taka seg úr ukrainska býnum, Sievjerodonetsk. 

 

Ein afturtøka úr býnum merkir, skriva útlendskir miðar, at russisku herdeildirnar nú hava ræðið á meginpartinum av Luhansk-fylkinum har eysturi í Ukraina.

 

Men, í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, halda tey ikki, at hetta neyðturviliga merkir, at ukrainsku herdeildirnar fara at gerast verri fyri í krígum.

 

Tað verður heldur øvut, halda tey í Pentagon.

 

- Hetta er ein taktisk afturtøka, sum fer at geva ukrainskum herdeildum møguleikan at verja seg betur á øðrum hermótum, siga tey í Pentagon.

 

Harðir bardagar hava í vikur verið í Sievjerodonetsk millum russiskar og ukrainskar herdeildir, og eftir øllum at døma hava báðir partar mist nógv herfólk í býnum.

 

- Afturtøkan merkir, at ukrainsku deildirnar kunnu skipa støðir, har teir kunnu verja seg betur, sigur ein tænastumaður í amerikanska verjumálaráðnum.

 

Tænastumaðurin leggur aftrat, at russisku sigrarnir eru smáir, og russar rinda ein høgan prís í krígnum.

 

Í gjár segði ukrainski verjumálaráðharrin, at hetta verður eitt heitt summar hjá russisku hermonnunum í Ukraina og helst tað seinasta hjá nøkrum teirra.

 

Hetta segði verjumálaráðharrin, tá hann sipaði til rakettskipaninar og vápnini, sum Ukraina nú hevur fingið úr USA.

 

 

 

 

Myndin er av ukrainskum hermonnum í hervogni er sambært útlendskum miðlum tikin í Luhansk í gjár.