Pepe úti í seks mánaðir

Sterki verjuspælarin Pepe, sum umboðar Real Madrid, má nú halda steðg frá fótbóltinum í fleiri mánaðir. Pepe var borin av vøllinum leygarkvøldið, tá ið Real Madrid vann toppdystin ímóti Valencia 3-2. Pepe hevur slitið eitt liðband í knænum og nú verður roknað við, at Pepe má halda frí frá fótbólti í eitt hálvt ár. Harvið er eisini stórur vandi fyri, at 26 ára gamli Pepe ikki kann spæla við Portugal í HM endaspælinum í juni.