Per fyrireikar Eurovision

- Eg arbeiði eini 15 tímar um dagin og havi 600 fólk undir mær. Tað krevur orku og yvirskot, sigur Per Zachariassen, sum er høvuðsframleiðari av Eurovision Song Contest

Tá europeiska sangkappingin, Eurovision Song Contest, fer fram í Keypmannahavn tann 10. maj, er tað hoyvíkingurin Per Zachariassen, sum er høvuðsframleiðari av sendingini.

 

Eurovision Song Contest er ein av heimsins størstu sjónvarpssendingum og verður víst í fleiri enn 40 londum.

Í løtuni er Per Zachariassen í Keypmannahavn, har hann hevur ein arbeiðsdag á góðar 15 tímar og sum framleiðslustjóri hevur hann eini 600 fólk undir sær.

 

Í Rás2 Seinnaparti í dag verður práta við Per Zachariassen um hansara karrieru og Eurovision Song Contest. Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan 13.