Per Martin: Vit vunnu stórt uttanfyri vøllin

(Rás2) Hoyr kenda Víkinga-fjepparan, Per Martin Gregersen seta orð á upplivingini á Hafnarfjørðinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við kenda Víkinga-fjepparan, Per Martin Gregersen, sum saman við 129 øðrum Víkinga-fjepparum syrgdi fyri, at Víkingur vann stórsigur uttanfyri vøllin, tá Víkingur á vøllinum spældi javnleik 1-1 ímóti FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í tí fyrra av tveimum dystum í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini.

 

Per Martin Gregersen greiðir frá, at tey hava havt eina stóra uppliving í Íslandi líka síðani tey lendu sunnudagin, og tey hava fingið nógv smíl, og hava notið nógva vinsælu frá íslendingum hesar farnu dagarnar.

 

Per Martin Gregersen heldur talan verða um eitt gott kollektivt avrik hjá Víkingi, og nú vónar og væntar hann, at allar Fótbólts-Føroyar møta upp á Tórsvølli komandi týskvøld fyri at stuðla Víkingi at koma víðari í kappingini.