Perez skal ansa tranfer-marknaðinum

Forsetin í Real Madird, Florentino Perez, hevur í summar nýtt 2,2 milliardir krónur at styrkja sær um hópin. Tí tykist tað mest sum margháttligt, at hann nú er valdur til formann í serligari nevnd, sum hevur til endamáls at steðga ørskapinum, sum tykist vera á marknaðinum. Talan er um nevnd, sum er sett eftir ynski frá UEFA-forsetanum, Michel Platini. Nevndin varð sett, júst tí Platini hevðist at ørandi upphæddunum, sum Real Madrid nýtti í summar. Næstformaður í nevndini er David Gill, stjóri í Manchester United.