Perla hjá Mads oyðilegði B36 hýrin

HB vann fyri triðju ferð í ár ímóti B36, sum ikki hevur megnað at skora ímóti grannunum

Tað endaði 1-0, tá ið HB í góðveðrinum í kvøld átti heimavøll ímóti B36. Einasta málið skoraði Mads Borchers við framúr frísparki, tá ið tað restaðu átta minuttir. Úr 23 metrum og eitt sindur úr høgru sendi hann bóltin omanfyri manngarðin og dygst undir nærru samankomingini.

 

HB hevur vunnið allar tríggjar ferðirnar ímóti B36 í ár. 2-0 og 1-0 í landskappingini og 2-0 í steypakappingini. Í seinastu 12 dystunum millum grannarnar ói Gundadali – í landskappingini og steypakappingini – hevur HB vunnið 10 ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt.

 

-Vit skoraðu ikki mál, og tí kunnu vit ikki knarra. Avrikið í fyrra hálvleiki kundi havt verið betri, men avrikið í seinna hálvleiki var soleiðis, at vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni. Hugburðurin var góður, og vit høvdu góðar støður og møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora, og tað var avgerandi, staðfestir B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum.

 

Eftir at HB hevði skorað, spenti B36 álopsbogan í botn, og í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat, vann B36 trý hornaspørk. Málverjin Mattias H. Lamhauge var frammi í HB brotsteiginum, og tað endaði við, at innskifti Bartal Wardum á málstrikuni og við høvdinum stýrdi bóltin til nýtt horna.

 

Mads Borchers hevur nú skorað fimm mál. Í kvøld var Adrian Justinussen ikki við, tí hann er skaddur. So var møguleikin hjá Mads Borcerhs at royna seg:

 

-Eg havi vant og vant, og tað var framúr, at tað eydnaðist. Vit rokna við, at tað fer at eydnast at fáa fatur á KÍ. At spæla í HB er øðrvísi enn í 07 Vestur, har eg var í fjør. Tá var ofta talan um langar sendingar fram til mín. Nú hava vit bóltin mesta partin av tíðini, men eg haldi, at tað av álvara gongur rætta vegin, sigur Mads Borchers í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

HB er næstfremst við 35 stigum. Tað eru sjey stig fram til KÍ, og tað eru fimm stig aftur til B36.

 

Um tvær vikur fara Mads Borchers og HB vestur í Vágar at hitta 07 Vestur. Um tvær vikur fær B36 vitjan av EB/Streymi.