Persónur skotin til deyða í Ishøj

Tveir persónar vórðu raktir av skotum í Ishøj í Danmark í kvøld. Annar persónurin er deyður, upplýsir løgreglan.

Ein skottilburður í Ishøj í Keypmannahavn í kvøld hevur kostað einum fólki lívið.

Skottilburðurin verður kannaður sum ein »uppgerð í kriminella umhvørvinum«.

Tað upplýsir Københavns Vestegns Politi á Twitter.

Løgreglan fekk fráboðanina um skottilburðin klokkan 21:16 í kvøld.

Sambært Ekstra Bladet er økið sperrað, og fleiri sjúkrabilar hava koyrt frá staðnum, sum verður lýst sum eitt íbúðarøki.

Blaðið skrivar eisini, at løgreglan, sum er á staðnum, er alvápnað.

Á staðnum eru tveir oyðiligadir bilar á einum vegamóti. Annar hevur hol í forrútinum og í hurðini við førarasetrið, og har liggja nógv patrónshylstur á vegnum, skrivar Ekstar Bladet.

 

/ritzau/