Peter Brixtofte varð í gjár latin leysur frá Horserød Statsfængsel, og hevur tí fyribils ? um hann heldur seg í skinninum ? sitið handan rimar fyri síðstu ferð. Tað skrivar danska blaðið B.T.
Seinasta hálva árið skal hann gera ólønta samfelagstænastu á Diakonisestiftelsens Hospice á Frederiksberg. Tað var har, pápi hansara doyði.
Pápi hevði eina góða tíð har. Og tað er Peter sjálvur, ið hevur ynskt at gera seinasta partin av samfelagstænastuni har, sigur bróður Brixtofte, Jens Brixtofte við B.T.
Brixtofte hevur áður útført samfelagstænastu á einum hospice, tað var í 2009, tá ein partur av revsingini fór fram á Sankt Lukas Stiftelsens hospice.
Við leyslatinginin frá Horserød í gjár lýsnar endiliga fyri fyrrverandi borgarstjóran í Farum, sum í 2002 var avdúkaður fyri umfatandi maktmisnýtslu og ivasamar sponsoravtalur.
Peter Brixtofte hevur verið gjøgnum tvær rættarsakir, og var í 2006 og 2009 dømdur fyri grovt mandatsvik og embærismisnýtslu, ið millum annað umfatarstóra nýtslu av dýrum fronskum víni.
Báðar dómarnir upp á tvær ferðir tvey ár eru sitnir í Horserød Statsfængsel.