Skaldsøgan, sum hevur heitið Den stille pige, snýr seg um ein heimskendan sirkusartist, sum hevur ein veikleika fyri poker og Johan Sebastian Bach. Ein dagin frættir hann, at ein av hansara gomlu næmingum, ein 10 ára gomul genta, er rænd, og har frá kemur ferð á søguna.
Sigast má, at Høeg fjepparar hava bíðað í tolni eftir nýggju bókini. Tað eru 10 ár síðani Høeg gav út sína seinastu skaldsøgu Kvinden og aben, og hesi árini hevur nærum verið ógjørligt hjá fjølmiðlunum at fingið orðið á hann. Tað einasta, ið hann higartil hevur avdúkað um nýggju bókina, er, at hann hevur arbeitt við henni í fleiri ár, og at talan er um eina stóra bók.
Peter Høeg, sum fyllir 50 ár næsta ár, fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við skaldsøguni Frøken Smillas fornemmelse for sne, sum er seld í meir enn seks milliónum eintøkum um allan heimin og eisini er gjørd til film.
Eisini hinar bøkurnar hjá Høeg, Forestilling om det tyvende århundrede (1988), Fortællinger om natten (1990) og De måske egnede (1993) hava vakt stóran ans. Bøkurnar hjá Høeg eru komnar út í 33 londum.