Peter Lundin vil ikki kallast ein ?ræðuligur hópsdrápsmaður? og krevur umbering og pengar frá donskum politikara Drápsmaðurin Peter Lundin krevur nú 100.000 krónur frá forkvinnuni í Danska Fólkaflokkinum, tí hon hevur ærumeitt hann.
Pia Kjærsgaard segði í sjónvarpssendingini Go Morgen Danmark í november mánaði í fjør, at ?Peter Lundin er ein ræðuligur hópdrápsmaður, og at hann er so kensluleysur, sum tað yvirhøvur ber til?.
Hetta er fallið Peter Lundin, sum er dømdur fyri fýra dráp, fyri bróstið.
Avokaturin hjá Peter Luindin hevur nú sent Pia Kjærsgaard bræv, har hann krevur eina umbering og endurgjald á 100.000 krónur.
Søren Søndergaard, pressutalsmaður fyri Danska Fólkaflokkin, sigur, at tey ætla sær ikki at geva einum barnamordara eina umbering, og tey fara ikki at lata nakað endurgjald.