Peter Lundin skal verða pápi – við eini aðrari

Eftir øllum at døma er nýggja, føroyska konan hjá Peter Lundin ikki tann einasta kvinnan í hansara lívi. B.T. hevur í dag samrøðu við eina aðra kvinnu, »Kirsten«, sum hevur verið elskarinda hansara í fimm ár og nú er við barn

»Kirsten«, sum B.T. kallar kvinnuna, hóast hetta ikki er rætta navn hennara, men eitt dulnevni, greiðir í samrøðu við blaðfólk hjá B.T. í dagsins blað frá, at hon er við barn, og at hon er vís í at fýrfaldi drápsmaðurin Peter Lundin er pápin.

»Kirsten« er 27 ára gomul, donsk, eigur tvey børn og væntar nú tað triðja. Hon greiðir frá fyri B.T., at hon var rættiliga vís í at hon tvílívað, áðrenn hon fekk tað staðfest við roynd, og at hon hevði akkurát somu eyðkennini sum hinar báðar ferðirnar hon var tvílívað.

- Eg havi gingið við spýggikenslu og havt tað ringt. Tí valdi eg at taka royndina, og hon vísti seg eisini at vera positiv, sigur »Kirsten« við B.T.


Abort ikki ein møguleiki

»Kirsten« er vís í at Peter Lundin er pápi at barninum. Hon leggur afturat, at hon er ikki serliga hugtikin av at skula føða barnið hjá einum fýrfaldum drápsmanni. Men ein abort er ikki ein møguleiki, tí hon er gingin um abortmarkið.

- Tað er nakað lort. Eg veit ikki hvussu feitt tað er at hava ein pápa, sum eitur Peter Lundin, sigur »Kirsten« við B.T.

»Kirsten« hevur fortalt tí komandi pápanum um barnið, men hann gjørdist einki serliga glaður, greiðir hon frá fyri blaðmanninum hjá B.T., sum Sosialurin hevur tosað við.

Sosialurin royndi enn einaferð at fáa fatur á føroysku kvinnuni, men hetta eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.