Petur Reinert dømir í dag A-landsdystin Moldova-San Marino. Fyrsta bríkslið í EM undankappingardystinum í Chisinau í Moldova verður kl. 19.00.
Dysturin er samstundis serligur fyri føroyska dómarabólkin, tí á fyrsta sinni fáa teir høvið at royna nýggju samtaluskipanina. Skipanin gevur dómarunum munandi betri møguleika at samskifta undir dystinum, tí teir kunnu tosa saman beinleiðis gjøgnum mikrofon.
Við á túrinum eru Petur Reinert, dómari, Regin Egholm og Jan á Líðarenda, hjálpardómarar, og Eiler Rasmusen, 4. dómari. (fsf.fo)