Petur: Fekk tilboð úr Skotlandi

Petur Reinert um Mark Clattenburg og dómarar, sum skifta til onnur lond

Fyrr í dag skrivaðu vit um Mark Clattenburg, sum er kosin til heimsins besta dómara. Nú er ynski úr Kina, um at fáa hann at døma í nýríku kinesisku superliguni. Tí hava vit spurt ein av okkara altjóða dómarum, Petur Reinert um hetta er komið fyri fyrr, um Mark Clattenburg og tilboð úr Kina.

 

Les eisini: Kina vil hava Mark Clattenburg

 

Hevur tú nakrantíð hoyrt um, at dómarar skifta liga?

Slíkt er komið fyri fyrr. Ein, sum eg kenni, Alan Kelly úr Írlandi, var FIFA dómari fyri Írland, men hann valdi at fara til USA, fyri at gerast yrkisdómari. Eg dømdi saman við beiggja hansara í oktober. Hann segði, at tað gekk fínt hjá Alan Kelly í USA.

 

Kann man skifta til eina aðra ligu?

Eg veit ikki, um tú kann skifta beinleiðis til eina aðra liga. Tá tað so er sagt, so ímyndi eg mær, at ein maður sum Mark Clattenburg sleppur at døma, har hann vil. Eg fekk einaferð ein fyrispurning úr Skotlandi at døma ein dyst í bestu deildini, tí skotsku dómararnir streykaðu. Eg tók ikki av, og veit heldur ikki, hvussu seriøsur fyrispurningurin var.

 

Um tú fekk eitt tilboð úr Kina, hevði tú tikið av?

Eg hevði ikki farið til Kina at búð nú. Havi júst fingið ein son, sum eitur Bastian. Eg eri annars sera væl búsettur í Leirvík. Tó ímyndi eg mær, at fitt av peningi er uppí einum slíkum tilboði.

 

Mark er valdur til ársins dómara 2016, heldur tú tað er uppiborið?

Ja! Eg haldi, at Mark Clattenburg hevur heimsklassa. Hann er sera væl fyri fysiskt, leiðir dystirnar sera væl, og vísir seg at hava neyðuga hepni, tá tørvur er á tí.