Ph.D ritgerð í sild til góðskingar

Durita Nielsen úr Havn (dóttir Arnfríðu og Svenning Nielsen) vardi tann 11. juni Ph. D. ritgerð sína, sum hon kallar "Herring - living resources and good products" við undirheitinum "A study of some factors influencing the guality of marinated herring". Verjan fór fram á Danmark Tekniske Universitet.

Durita, sum hevur starvast á deildini fyri Fiskeindustriel Forskning á Danmark Fiskeri-undersøgelser síðani 1999, hevur seinast trý árini verið við í einari sildaverkætlan, og er tað í tilknýti til hesa verkætlan, at hon hevur skrivað ritgerðina.

Durita hevur granskað í góðskueginleikunum av ferskari sild við atliti til matvøruframleiðslu. Hon hevur millum annað kannað eftir í hvønn mun faktorar sum fitiinnnihaldið í sildini, árstíðin, kynsbúningin, støddin, hvar sildin er fiskað og goymslan um borð hevur á eginleikarnar fyri góðskingini.

Hon hevur við sínari gransking funnið fram til, at ein av meginfaktorunum fyri góðskuni er goymsluhátturin um borð, har ísingin er betri enn goymsla í kølitangum.

Kanningar hennara vísa eisini, at ein av fyritreytunum fyri góðskingini (foredlingini) er fitiinnihaldið í sildini. Og her hevur hon so funnið fram til ein einfaldan hátt hjá virkinum at máta fitiinnihaldið eftir, soleiðis at sildin lættliga kann flokkast eftir hesum.

Eitt annað, sum er áhugavert við hennara kanningunum, er, at góðskan av stórari gýtandi sild við høgum fitiinnihaldi er betri enn góðskan av smáari óbúnari sild við lítlari fiti.
Próvdómararnir (opponentarnir) sum vóru seniorforsker Bo M. Jørgensen frá Danmark Fiskeriundersøgelser í Lyngby, professor Magni Martens frá Matforsk í Noregi og dr. Ingrid Undeland frá Chalmers Tekniska Høgskola í Svøríki, vóru sera væl nøgdir við úrslitið av granskingini.
Durita hevur fingið boðið granskingarstarv í North Carolina í USA, og fer hon eftir summarfrítíðina yvir hagar, har hon skal gera góðskugranskingar í alifiski.