Tann 32 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava fyribeint Pidda Hansen í Runavík, skal fyri rættin í dag.
Har skal støða takast til um varðhaldsfongslingin skal leingjast ella ikki.
Í gjár varð annars upplýst, at eingin rættarfundur skuldi haldast í dag, tí, at verjin hevði fráboðað, at skuldsetti sjálvboðin góðtók, at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur.
Men í dag hevur verjin hjá tí skuldsetta boðað frá, at skuldsetti kortini vil hava, at rætturin tekur støðu, um varðhaldsfongslingin skal leingjast og tí kemur málið fyri rættin í dag.
Løgreglan upplýsir, at tey fara at heita á rættin um at umbøn rættarfundurin í dag verður fyri afturlatnum hurðum, soleiðis at upplýsingar, sum kunnu skaða kanningararbeiðið ikki koma alment fram.
Annars er løgreglan framvegis serstakliga áhugað at frætta frá fólki, sum hava sæð silvurlitta Skoda Fabia í døgunum 3. til 13. november. Hugsað verður serliga um tey, sum hava sæð hann á meiri fjarskotnum plássum