Nevningatingið í Føroya rætti er við at koma at enda.
Í dag er tað verjin hjá ákærda manninum, Annfinn V. Hansen, sum hevur orðið. Rættarfundurin byrjaði fyri løtu síðan.
Hansara uppgáva er at sáa iva um próvførsluna hjá ákæranum, sum hevur sagt, at tann ákærdi maðurin hevur dripið Pidda. Hann skal peika á viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri ákærda mannin.
So verður tað upp til teir tólv nevningarnar at døma, um maðurin er sekur ella ei.
Tekning: Janus Dam Guttesen