Annað páskakvøld, 5. apríl, verður stór framførsla við Pipari & Salti í Høllini á hálsi.
Har verða tey størstu hittini hjá Pipar & Salti framførd, eins og nýtt tilfar er gjørt. Og alt fer at snara rundanum ta stórhending, at Esmar Eysturoy skal giftast síni Guðrun.
Tónleikinum standa nakrir av Føroya allar fremstu tónleikarum fyri: Kim Hansen, James Olsen, Finnur Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jens Marni Hansen.
Og aftur hesaferð verða tað Malan Eyðunsdóttir og Malan Thomsen, sum fara at syngja kór.
Atgongumerkini verða sett til sølu leygardagin á Torginum í SMS.