Tíðindaskriv:
Pitch-kappingin er eitt høvi hjá nýskapandi fyritøkum at vísa fram vøru, tænastu ella hugskot fyri einum paneli av íleggjarum og vinnuligum serfrøðingum. Samstundis fáa luttakarar virðismikla afturmelding, og nógv brúka eisini kappingina til at knýta nýggj sambond og taka næsta stigið móti íløgu, samstarvi og vøkstri.
Start Up Day 7. mai
Dagin áðrenn kappingina, hósdagin 7. mai, verður ein serligur Start Up Day. Her fáa luttakarar verkstovur, sparring og ítøkiliga fyrireiking til Pitch-kappingina, og er hetta eitt gott høvi hjá luttakarunum at skerpa framløguna og koma betri fyrireikað á pallin.
Pitch-kapping 8. mai á SILO
Sjálv Pitch-kappingin verður fríggjadagin 8. mai 2026 í SILO í Havn.
Fyrireikararnir boða frá, at fleiri umsóknir longu eru komnar inn, bæði úr Føroyum og úr grannalondunum, og at áhugin tykist at vera stórur. Samstundis verða fleiri íleggjarar við í ár, og luttakarar fáa sostatt møguleika at leggja fram fyri einum sterkum áhoyraraskara av bæði íleggjarum og leiðarum í vinnuni.
Pitch-kappingin hevur verið vælumtókt undanfarin ár og er vorðin ein fastur og nógv umrøddur partur av Tonik-skránni. Fyri føroyskar fyritøkur hevur luttøka undanfarin ár eisini merkt, at tær hava fingið týðandi sparring og coaching, og at sambondini á Tonik í fleiri førum hava opnað hurðar – eitt nú til samrøður við íleggjarar uttan úr heimi og møguleikar at vísa seg fram á øðrum pallum og tiltøkum uttanlands.
Prísir til Tonik Pitch kapping
Kappast verður um:
1. prís: 70.000 DKK
2. prís: 20.000 DKK
3. prís: 10.000 DKK
Harumframt fáa luttakarar í Pitch-kappingini møguleika at vísa fram í Start Up Lounge, har tey kunnu hitta íleggjarar, samstarvspartar og onnur áhugað
Umsókn til Pitch kapping:
tonik.fo/pages/pitch-competition/index.html
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og
vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.
##med2##
##med3##













