Konsert
Nú, Prix Føroyar og Atlantic Music Event eru farin aftur um bak, fáa flestu tónleikararnir, ið luttóku, sær ein væl uppibornan steðg.
Hesin steðgur verður tó stuttur hjá Rógva á Rógvu og Arnold Ludvig, sum vóru millum virknastu tónleikarar í Prix Føroyum. Teir skulu nú aftur í eldin á palli, og hesuferð verður tað við bólkinum Plúmm. Konsertin verður hóskvøldið 28.04 kl.20 á Gamla Meiarínum í havn.
Teir, ið manna bólkin umframt Rógva og Arnold, eru Magnus Johannesen, tangentar og Leivur Thomsen, guitar.
James verður við
Afturat sær hava teir fingið James Olsen, sum higartil hevur sitið aftanfyri trummurnar í Showmonnum. Hesuferð er hann við Plúmm sum forsangari.
James hevur fyrr verið partur av bólkinum. So langt síðani sum í 1981 vann bólkurin eina tónleikakapping í SMS undir navninum ?Playboys?. Manningin var tá tann sama sum nú, burtursæð frá, at Finnur Hansen spældi við. Hesuferð verður Finnur Hansen tó við sum ljóðteknikkari.
Atgongumerki fáast í forsølu á Kunningarstovuni og við dyrnar á Gamla Meiarínum.