Útgerðarhavn
Í Rúnavíkar kommunu eru tey longu farin at innstilla seg uppá, at ein komandi oljuleiting fer at skapa virksemi og arbeiði í økinum. Nýggi og ungi borgarstjórin Rodmund Nielsen er sera fegin um, at valið fall á Runavík, men hann ætlar sær kortini at hava bæði bein á jørðini og ikki leypa framav. ?Hetta er ein nýggj vinna, sum skal hava møguleika at fóta sær, men vit mugu á ongan hátt raðfesta fiskivinnuna minni fyri tað sigur Rodmundur Nielsen, sum vil gera alt fyri, at bæði fiskivinnan og oljuvinnan kunnu virka lið um lið í kommununi.
Verður rætt atborið ber hetta vælsaktans eisini til heldur hann og vísir á, at virksemi í byrjanini sjálvandi fer at vera avmarkað. Men leitingin stendur fyri framman og hann roknar tí eisini við, at tað ganga ikki nógvar vikur til rættilig gongd er komin á. Verður olja funnin longu til heystar, so ímyndar hann sær eisini, at aðrar stórar avbjóðingar standa fyri framman. Tað vil tíðin so vísa.
Nógvar fyrireikingar skulu gerast longu nú og ivast borgarstjórin ikki í, at kommunan fer at fáa eitt gott samstarv við Atlantic Supply Base og Faroe Ship. Rodmundur Nielsen sigur, at kommunan fer at gera tað hon er før fyri at skapa karmarnar fyri nýggju vinnuni. Hon ætlar sær ikki sjálv at fara uppí nakað virksemi, tí hetta skal vinnulívið sjálvt klára.
Í byrjanini skal útgerðarvinnan halda til nærhendis pakkhúsunum hjá Skipafelagnum. Her koma supplyskipini at leggja at og lasta og lossa farm. Setast skal upp krani og siloir til tilfar, ið skal brúkast undir boringini. Enn er ikki avgjørt, hvar hesar siloir skulu setast upp. Annars er kommunan í ferð við at byggja havnina út og er ætlanin at gera ein keikant uppá 100 metrar afturat longur norðuri. Tá útgerðarhavnin einaferð verður liðug útbygt kemur hon at vera heilt fyri seg sjálva norðaliga í havnaøkinum. Tann havnabyggingin er í gongd og verður liðug í summar.
Hóast nógv kann broytast og man ikki í dag veit nakað um møguliga olju og fylgjandi framleiðslu, so er Rodmundur tó bjartskygdur, tá hugsað verður um framtíðina. Hann heldur, at viðmælini, sum økið hevur fingið, eru so mikið góð, at hetta skuldi gjørt, at eisini framtíðar oljuútgerðarhavnin kemur at vera í kommununi. Havnin er eisini nátúrhavn og skuldi tað havt nógv at siga. Men kommunan ætlar sær tó ikki út í nakrar stórar íløgur, nú eingin enn veit, um oljuframleiðsla verður.
Uppá fyrispurning um tað ikki er ov nógv at fevna um hjá eini kommunu, sum hevur so nógv virksemi sum er, sigur Rodmundur, at eingin skal vera í iva um, at hann hevur sera stóra virðing fyri tí vinnu, sum longu er í økinum. ?Tað verður so ikki við mínum vilja, at vit fara at gloyma hana burturímillum. Vit vilja laga viðurskiftini soleiðis, at pláss verður fyri báðum.
Tað var annars kommunan sjálv undir leiðslu av fyrrverandi borgarstjóranum, Jákup Lamhauge, sum eggjaði vinnuni í oynni til at slóða fyri eini útgerðarhavn í Runavík. Og burtur úr hesum spretti Atlantic Supply Base.