Tónleikahandilin og skrivstovan hjá Tutl eru fluttur 30 metrar longur niðan í Gongini í Havn. Talan er um kjallaran, har Eivind í Gongini einaferð hevði blómuhandil.
Sjálvt um hesi nýggju hølini eru nógv minni enn tey gomlu í Fútastovu, so eru fólk framvegis vælkomin inn á gólvið hjá Tutl.
Í sambandi við flytanina hevur nevndin í Plátufelagnum Tutl gjørt av at umskipa virksemið. Nú verður minni orka nýtt til at selja tann tónleik, sum fæst alla aðrastaðni.
Plátufelagið miðar eftir at gera eitt størri og betri arbeiði fyri felagsins tónleikaútgávur og tey sølustøð, sum Tutl samstarvar við runt um í landinum. Tó verður nakað av handilsvirksemi framyvir. Hetta fer serliga at umfata sølu av tónleiki, sum ikki fæst aðrastaðni. Um fólk hava serlig ynski, kann Tutl eisini útvega tað mesta.
Haraftrat tekur Tutl eisini ímóti bíleggingum um telefon og sendir runt um alt landið. Á hillunum í nýggju hølunum hjá Tutl verður allur føroyskur tónleikur, klassiskt, jazz og fólkatónleikur o.a. Sum einasta stað í landinum hevur Tutl eisini eitt stórt úrval av bíligum brúktum fløgum av øllum tónleikaslag. So framvegis verður spennandi at koma inn á gólvið hjá Tutl.