Planet Awards: Besti nýggi bólkur

Hesi eru tilnevnd at vinna Besti nýggi bólkur ella einstaklingur. Tú kanst atkvøða fyri tínum favoritti. Grandma?s Basement

Frísku fýrarnir í Grandma?s Basement hava havt eitt gott ár. Eftir at teir hava gjørt vart við seg á konsertum, tóku teir eitt veruligt stig inn á føroyska tónleikapallin við teirra fyrstu útgávu. Og teir hava fingið fleiri hitt millum føroyskan ungdóm. Hon fær ongantíð nokk hevur verið nógv at hoyra, og sangir sum Gay og Getze eru eisini blivnir kendir. 2010 hevur verið gjøgnumbrotsárið hjá Grandma?s Basement.

Atkvøð fyri Grandma?s Basement: Send ?pla bn1? til 1906

 

Hamferð

Tey kalla tað doom-metal. Tað er harður, myrkur rocktónleikur, og Hamferð spæla hetta slagið av tónleiki so væl, at bólkurin vann talentakapping fyrr í ár. Tað hevði við sær framførslur á stóru festivalinum, og har vísti bólkurin, at hann hevur nakað heilt serstakt og spennandi at bjóða. Og nú er bólkurin júst komin við nýggjari útgávu og fyri framman bíða konsertir kring landið.

Atkvøð fyri Hamferð: Send ?pla bn2? til 1906

 

Anna Faroe

Nógv hava vitað um Annu Nygaard, at hon hevði talent, og veruliga kundi blíva til nakað innan tónleikin. Hon hevði vunnið Ársins songrødd og spælt nakað kring landið, men tað var í X Factor kappingini hjá DR, at hon av álvara gjørdi vart við seg. Hon sang framúr væl, dugdi væl at framføra, og endaði sum ein av profilunum í X Factor. Í ár gav hon eisini fyrstu fløguna hjá sær í Danmark.

Atkvøð fyri Annu: Send ?pla bn3? til 1906

 

Bárður Johannesen

Við útgávuni Ancient Forgotten Stories stígur Bárður Johannesen av álvara inn í ljósið sum tónleikari. Hann var mest sum eitt óskrivað blað áðrenn hesa útgávuna, men hann vísur seg sum ein góðan sangskrivara og sangara. Hann skrivar penar sangir og syngur teir væl, og hann gevur greiðar ábendingar um, at hann eisini eigur meira í sær til komandi útgávur.

Atkvøð fyri Bárði Johannesen: Send ?pla bn4? til 1906

 

Fróði Hansen

Seinastu tvey árini hevur Fróði Hansen verið alsamt meira virkin sum tónleikari og sangskrivari. Í fjør kom fløga út frá honum, og í summar var ein EP send út. Við langa heitinum Patience is a motherfucker when you are living life in slow motion ger Fróði Hansen aftur vart við seg, og hann hevur í ár havt framførslur í Danmark.

Atkvøð fyri Fróða Hansen: Send ?pla bn5? til 1906