Planetin kickstartaði 2006

2006 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Høgna Lisberg, eftir sigurin á Planet Awards í januar hevur gingið støðugt framá. Á gáttini til 2007 sær framtíðin hjá Høgna sera spennandi út.

Høgni Lisberg hevði stutt frammanundan Planet Awards givið fløguna Morning Dew út, og hóast ummælini høvdu verið góð, var tað púra óvæntað fyri unga leirvíkingin, at fløgan skuldi vinna planetina fyri bestu fløgu. Hann var staddur í Danmark og noyddist at fáa vinmannin Knút Háberg Eysturstein at taka í móti planetini fyri seg.
- Tað var ein góður kickstatur upp á árið, at vinna planetina. Fløgan var stutt síðan komin út - og fólk atkvøddu eisini, so eg føldi at tað sum eina viðurkenning. Eg hevði arbeitt við fløguni í eitt heilt ár og tað var skeg at fáa góða móttøku so tíðliga í prossessini, greiðir Høgni frá, um hvussu tað var at vinna sína fyrstu planet.

Vigar tungt í marknaðarføring
Høgni greiðir frá, at tað at hava vunnið planetina fyri ársins fløgu, hevur vigað tungt, bæði í marknaðarføringini innanlands og uttanlands.
- Hetta ger at fólk lurtar einaferð eyka, tá tey fáa fløguna í hondina.
Planetin fyri bestu fløgu var fyrsta ábendingin um hvussu árið hjá Høgna fór at verða. Løgini Learn To Ride On Waves og Just Dig lógu 29 vikur á rað á 15 teimum bestu og bæði løgini lógu á ovastu rók í fleiri viku. Tað var heldur ikki manglandi áhugi millum lurtararnar, ið var endin á løgunum, tí bæði løgini fullu fyri 15 viku markinum. Tað kundi tí tykjasta løgið, at einki annað lag hjá Høgna slapp at royna seg á listanum.
Góðu úrslitini eru enn ein viðurkenning, ið Høgni gleðist um, og sum hann hevur brúkt í síni marknaðarføring. Tað kundi tykjast undrunarvert, at stóra hittið Morning Dew ikki slapp at royna seg á 15 teimum bestu, men hetta komst av, at lagið royndi seg á 15 teimum bestu í eini konsertútgávu fyri nøkrum árum síðan.

Eitt stórt navn
Navnið Høgni Lisberg er vorðið eitt stórt navn í føroyskum tónleiki, og við væleydnaðari luttøku á Asfalt, G! og Summar Festivalinum hevur Høgni lagt seg væl fyri, til at gerast eitt av ársins tónleikanøvnum í 2006. Eisini uttanlands hevur Høgni gjørt vart við seg. Morning Dew er givin út í Íslandi, Danmark og í Benelux. Høgni hevur framført á Iceland Airwaves, á AME Reykjavík, á Spotfestivalinum í Århus og á fleiri øðrum tiltøkum í Danmark.

Hevur onga føling
Høgni nevnir vikuskiftið fyrst í juni, sum nokkso serligt. Hetta hóskvøldið spældi Høgni á Spotfestivalinum. Hetta var ein konsert í einum gallaríið, allir veggirnir vóru hvítir og Høgni lat pallin upp.
- Hølini vóru ivaleyst fín til myndlist, men tað riggaði ikki so væl til tónleik. Tað var nokkso snedigt at spæla. Har vóru tó eini 100 fólk. Konsertin gav tó genklang niður ígjøgnum Evropa heilt niður til Belgia, greiður Høgni frá. Jesper Kemp, ið seinni er vorðin umboðsmaður hjá honum, var millum tey, ið vóru á hesi konsertini. So hon var týdningarmikil á tann hátt. Leygarkvøldið hetta vikuskiftið var upplivingin ein heilt onnur, tá Høgni spældi fyrstu almennu konsertina í Føroyum, síðan hann fekk planetina.
- Eg havi búð niðrið alla tíðina, so eg havi ikki føling við, hvussu fólk hevur tikið ímóti fløguni. So tað kendist gott at spæla fyri nógvum fólki í á stóra pallinum á Asfalt.. Har hevði eg eisini bólkin við. Á konsertini í Århus var eg einsamallur, sigur Høgni.
Høgni spældi eisini á bæði G!Festivalinum og á Summar Festivalinum. Hesar konsertir gjørdust eisini væleydnaðar. Eini 1.500 fólk vóru komin saman á spæliplássinum í Syðrugøtu, meðan eini 2.500 vóru í FLAGS teltinum í Klaksvík. Á konsertunum í Føroyum upplivdi Høgni fyrstu ferð, at fólk sang við til hansara løg, og hetta var ein góð kensla, viðgongur hann.
- Eg verið motiveraraður til eisini at vilja uppliva hetta uttanlands, sigur hann.
Høgna dámdi væl at spæla á Summar Festivalinum, tí hetta var ein heilt nýggj uppliving. Her var eisini sera týðiligt fyri Høgna, at hansara tónleikur vendur sær til ein sera breiðan lurtaraskarða, tí her vóru bæði ung og gomul á konsertini.

Ísland varnaðist Høgna
Í sambandi við AME-Reykjavík gjørdist Høgni eitt rættiliga kent navn í Íslandi. Lagið Morning Dew var í a-rotatión á fleiri útvarpsstøðum m.a. størstu støðini Rás 2. Eisini var lagið við á fløguni 100% Summar, ið er ein væl dámd íslendsk fløga við aktuellum hittum. Seinni hevur TUTL eisini givið fløguna út í Íslandi.
Í kjalarvørrinum av AME Reykjavík var Morning Dew inni á almenna hittlistanum hjá íslendsku tónleika niðurtøku heimasíðuni tonlist.is.
Høgni var nógv umbiðin maður í Reykjavík og gjørdi samrøður bæði í útvarpi, sjónvarpi og stóru bløðini. Hann var mettur sum høvuðsnavn á konsertini í NASA, og spældi beinleiðis í mentanarsendingini Kastljós beint fyri tíðindini á størstu íslendsku sjónvarpsrásini.
Høgni sigur, at hann var sera glaður um túrin til Íslands og metur, at luttøkan á AME-Reykjavík var orsøk til, at hann seinni á árinum slapp á luttaka á víðagitna íslendska festivalinum Iceland Airwaves. Høgni greiðir frá, at fyriskipanin hjá Norðurlandahúsinum, Menningarstovuni og íslendska Ásgeiri Eyþórssyni var sera góð. Hann sigur, at longu í Clickhaze døgunum vitjaði hann Ísland, og at hetta er eitt land, ið honum dámar væl at vitja. Hann vónar at sleppa aftur til Íslands at spæla skjótt.

Benelux og Sveis bíðar
Morning Dew er givin út í Sveis, men her hevur sølan verið millum lítið og eingin. Hetta hevur ivaleyst verið merkt av, at Høgni ikki hevur havt stundir at spæla har. Hetta vónar hann at kunna bøta um. Í februar er Høgni boðin at luttaka á einum norðurlendskum festivali í Sveis. Fyrsta fløgan hjá Høgna var fyrsta norðurlendska fløgan, sum felagsskapurin handan festivalin gav út í Sveis, og síðan hetta er virksemið hjá felagsskapinum vaksið til at fevna um allan norðurlendskan tónleik. Í sambandi við hesa konsert, vónar Høgni eisini at sleppa at spæla í onkrum av Benelux londunum. Danski tónleikafelagsskapurin ROSA stuðlar norðurlendska festivalinum í Sveis, og ger hetta m.a. við at senda Høgan Lisberg og bólk til Sveis.


Vaksandi áhugi í Danmark
Høgni býr í Danmark, og fyri stuttum skrivaði hann undir útbreiðslu sáttmála við danska felagið Sonet Records. Fløgan kom út í november, men hevur ikki enn veruliga vakt nakran ans. Tað eru somikið nógvar stórar útgávur í løtuni, at pláss ikki er til litlar útgávur, sum tí hjá Høgna. Men hetta merkir ikki, at eingin áhugi er. Morning Dew er komin í rotatión á P3, ið er størsta danska útvarpsrásin, eisini er systur rásin P4 áhuga í lagnum.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið við at breiða út navnið Høgni Lisberg í Danmark fyrst í komandi ári.
Høgni sigur, at hann hevur brúkt nógva tíð, orku og pening og brúkar hann hana til eitt visitkort. Ongantíð betur enn, at hann kann sláa í gjøgnum við henni. Men helst vil, hann at fløgan skal slóða vegin og skapa ein eftirspurning eftir Høgna Lisberg.