Pláss til gleði hóast óteljandi viðgerðir

Tað hevur mangan staðið nógv á hjá henni og hjá okkum, hennara nærmastu

Tummas Joensen greiðir frá. 3. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blaðið í Vikuskiftissosialinum

 

Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)

 

- Longu sum hálvtannað ára gomul fekk dóttir mín staðfest krabba. Nakað sum avgerandi hevur merkt og ávirkað henna lív.  Í dag er hon 15 ára gomul, hevur óteljandi ferðir verið innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, og er skurðviðgjørd 7 ferðir í heilanum. Hon hevur fingið kemoviðgerð, og tvær ferðir hevur hon fingið stráluviðgerð.

 

Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)

 

- Tað hevur mangan staðið nógv á hjá henni og hjá okkum, hennara nærmastu. Tað hevur órógvað hennara sosiala lív og darvað hennara samskiftið við skúlafelagar og vinir.

 

- Men hóast alt hetta hevur eisini verið pláss til eitt vanligt lív við øllum tí, sum tað inniber. Skúlagongd, frítíð, vinir, leikur og spæl. Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit eingin, men beint nú leingjast dagarnir, og tað gongur móti ljósari tíðum.

 

Lagt til rættis: Sjúrður Skaale